info
Ongi úrslit

Paul Watson: Bíða nú eftir japanskari umbøn um útflýggjan

Paul Watson er eftirlýstur í Japan fyri ymisk brotsverk framd í 2010

Tór Marni Weihe
23. juli 2024 kl. 10:03

Danska løgmálaráðið bíðar í løtuni eftir eini formligari umbøn um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Japan, har hann er eftirlýstur fyri ymisk brotsverk framd í 2010. Eisini Interpol sendi út boð um at handataka Paul Watson í 2012.

Tað skrivar danska kringvarpið, DR.

– Løgmálaráðið bíðar nú eftir eini formligari umbøn frá japansku myndugleikunum. Ein slík skal vera latin inn seinast 30 dagar eftir handtøku, sigur danska løgmálaráðið í skrivarlig viðmerking til DR. Ein rættarfundur er longu settur á skrá í august, har støða skal takast til møguliga útflýggjan.

Paul Watson varð herfyri handtikin í Grønlandi, og sambært DR, so vóru tað júst handtøkuboðini úr Japan, sum fingu Grønlands Politi at handtaka tann 73 ára gamla kanadiumannin, sum føroyingar kenna væl.

Verjin hjá Paul Watson hevur longu ført fram, at útflýggjan til Japan ikki kann koma uppá tal, tí at hetta vildi verið í stríð við evropeiska mannarættindasáttmálan, tí Japan ikki á nøktandi hátt verjir mannarættindini.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Russiski sendiharrin: Danmark leingir kríggið

14 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

USA-avtala bjóð­ar valds­býtin­um í ríki­num av

38 minuttir síðan
Tíðindi

Ternan kipti føroyameistaran SÍ

1 tími síðan
Tíðindi

Kunnu Føroy­ar seta aldurs­mark á sosi­al­ar miðl­ar utt­an at bíða eft­ir ES?

1 tími síðan
Tíðindi

Mekongáin setur sín dám á havið

1 tími síðan
Tíðindi

Nú kanst tú keypa Mynda­kal­end­ar­an á netinum

1 tími síðan
Tíðindi

Vann EM-gull fyri tveimum árum síðan - er nú deyð av krabba

2 tímar síðan
Tíðindi

Leirvíkstunnilin var stongdur í hálvan annan tíma

2 tímar síðan
Tíðindi

3,9 milliónir krónur til hjálpararbeiðið – hjartans tøkk til Føroya fólk

3 tímar síðan
Tíðindi

Danir keypa el­bilar – av­gjøld­ini hækka eis­ini í Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Russisk oljureinsiverk rakt í ukrainskum álopi

4 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

4 tímar síðan