info
Ongi úrslit

Sangarin Peter Belli eru deyður 79 ára gamal

Eitt lív sum donsk rokkstjørna endaði í gjár, tá Peter Belli sovnaði fyri seinastu ferð tíggju dagar fyri 80 ára føðingardagin.

Eirikur Lindenskov
9. juni 2023 kl. 11:17

Eftir eitt heilt lív á danska tónleikapallinum er sangarin Peter Belli deyður – 79 ára gamal – tíggju dagar fyri 80 ára føðingardagin.
Tað upplýsir plátufelagið Target Records.
– Tað er við stórari sorg, at vit siga frá, at elskaði maður, pápi og verfaðir, Peter Belli er deyður.
– Eftir longri sjúkralegu doyði hann stillisliga 8. juni 2023 við sínum nærmastu hjá sær.
– Úlvurin hevur takkað fyri seg fyri seinastu ferð, skrivar Target við tilsiping til kelinavnið hjá Peter Belli.
Plátufelagið biður um, at familjan fær frið í sorgini.
Peter Belli hevur í fleiri enn fimmti ár spælt til fleiri túsund konsertir og givið út yvir 40 album.
Hann er røddin í sangum sum »Teddybjørn«, »Bliv Væk Fra Vores Kvarter« og »Ulven Peter«.
Tá hann trein á pallin, var Peter Belli ein av pionerunum í donskum rokki. Hann var øðrvísi við longum hári og sermerktu røddini.
Sum 16 ára gamal sást hann fyrstu ferð sum sangari, og eftir fimm ár við ymsum bólkum gjørdist hann forsangari í Les Rivals, sum hevði fæst tilknýti til Bakkan.
Sum svarið hjá donskum rokki til Mick Jagger livdi hann tað villa rokksjørnulívið, og bólkurin hitaði upp fyri eitt nú The Kinks og The Rolling Stones.
Umframt tónleikin, har »Ulvurin Petur« næstu nógvu árini royndi seg við ymsum tónleikabrigdum, hava rødd og andlit hansara verið at sæð í sjónvarpsrøðum, filmum og teknirøðum.
Barnafamiljur kenna til dømis røddina hjá Belli sum høgguslokkurin í »Bennys badekar« og Rafiki í »Løvernes Konge«.
Í 2013 fekk Petur Belli eina virðisløn frá IFPI Danmark, sum bransjufelagsskapurin hjá tónleikafeløgunum, fyri yrkisleið sína.
Eisini heiðurslønina frá Smukfestinum, Polka Verner Legatið, hevur Peter Belli fingið, tá hann fekk hann saman við Jytte Abildstrøm og Mikael Simpson.
Peter Belli hevur í fleiri enn 50 ár verið giftur við June. Tey hava trý børn.
/ritzau/

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Vit skulu ikki elta Evropa út av eggini

1 minuttur síðan
Fótbóltur

Uttan Geza tapti Grimsby Town fyrsta dystin í kappingini

1 tími síðan
Fótbóltur

Piteå tapti á útivølli

1 tími síðan
Tíðindi

Svikarar royna aftur at tøma føroyskar bankakontur

1 tími síðan
Tíðindi

Annika Olsen er forkvinna í Svimjisambandi Føroya

2 tímar síðan
Tíðindi

Kosta 4.000 krónur at vera ófólkaligur við løgregluna

3 tímar síðan
Tíðindi

Stjólu whisky og romm úr ólæstum kjallara í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Eg eri ein fjakkari

3 tímar síðan
Tíðindi

80 ár síðan Jákup møtti einsamallur

5 tímar síðan
Tíðindi

27 dripin í hópskjóting í Suðurafrika

5 tímar síðan
Hondbóltur

Sasja og liðfelagarnir taptu á heimavølli

6 tímar síðan
Tíðindi

Olaf Olsen hevði eitt serligt samband við Ísrael

9 tímar síðan