Seinastu prógvini handað

Í kvøld var serlig og sorgblíð hátíðarløta, tá ið seinastu prógvini í lærugreinini føroyskt sum annaðmál vórðu handað í FSA Suðuroy undir kvøldskúlahøpi.

Við røðum og onkrum góðum til góman varð sett eitt virðiligt punktum fyri undirvísingini í føroyskum sum annaðmál sum hevur verið eitt væleydnað og fyrimyndarligt felags samstarv millum allar kommunurnar í oynni.

 

FSA Suðuroy verður nú lagt undir Undirvísingarstýrið frameftir, og verður tað Miðnám í Suðuroy, ið kemur at varða av økinum.

 

Undirvísarunum Majken S. Gaard og Jónu Christiansen, verður ynskt ein serlig tøkk fyri góða samstarvið, fyri trúgva og góða tænastu hesi árini í samstarvinum og tøkkin fer eisini til myndugleikar og onnur, ið hava gjørt útbúgvingina møguliga, hesa tíðina, ið Kvøldskúlin á Tvøroyri hevur staðið sum samskipari fyri undirvísingini í Føroyskum sum annaðmál.

 

FSA Suðuroy, leiðsla og undirvísarar, ynskja øllum næmingunum hjartaliga tillukku við próvnum og alt tað besta framyvir.

 

Tvøroyrar Kvøldskúli letur nú stafettina víðari, og verður tað Undirvísingarstýrið, sum fer at umsita málsøkið, skrivar Tvøroyrar Kvøld- og ungdómsskúli á sínum vanga á facebook, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.

 

Við hesum takkar Tvøroyrar Kvøldskúli og toymið fyri FSA Suðuroy við Majken S. Gaard og Jónu Christiansen, fyri árini við føroyskum sum annaðmál og ynskir Undirvísingarstýrinum og skúlamyndugleikunum hepna hond frameftir. skrivar Lív Næs, leiðari,  vegna samskiparan fyri FSA Suðuroy.

 

 

 

Ovast frá vinstru: Charlyn Gallo Norðberg, Fercia Basa (Ping) Thomsen, Jonalyn Jungco, Kozsan (Vikky) Vichentie Gheore, Joyce Mascardo Hovsgarð, Mary Jane Pardillo, Tri Inayanti Eysturberg, Patrizia Wohlgemuth, Melanie Chaingooy Vang, Ivy Bernardo við Neyst, Jeissielly R. Silva, Jona Pettett, Maria, Luiza Silva Jacobsen, Ariana Gonzalez Pereyra.