info
Ongi úrslit

Shahin Gaini: Tí herjar korona í Føroyum aftur

Serlæknin roknar við, at tað er ein kombinatión av avgerðum hjá politisku skipanini og stórum almennum tiltøkum

Pætur Hjalmar Evensson
6. august 2020 kl. 13:27
Føroya fremsti serlækni í umfarssjúkum, Shahin Gaini, er ikki imponeraður av handfaringini av koronastøðuni í Føroyum. Í dag og í gjár síggja vit, at sera nógvir føroyingar hava fingið staðfest koronasmittuna, og Shahin Gaini roknar við, at hann kennir orsøkina til stóru hækkingina. – Kombinatiónin av at okkara politikkarar ikki ynsktu eitt turistfrítt ár 2020 (tvs. sóttarhald 14 dagar fyri øll ferðandi til Føroyar) og tað, at man hevur loyvt "Super Spreader Events" (náttarlív, konsertir, festivalar, ítrottaráskóðarar og m.a. Ólavsøkan) eru sannlíkar orsøkir til, at vit nu hava eina aðru bylgju COVID-19 í Føroyum. Hetta skrivaði hann á sínum facebookvanga í gjár, tá 14 nýggir tilburðir vórðu staðfestir.  – 14 nýggir COVID-19 tilburðir í Føroyum upp á ein dag svarar til 1.400 nýggjar tilburðir í Danmark, skrivar Shahin Gaini, sum til síðst hevur eitt boð upp á eina loysn: – Sóttarhald í 14 dagar alt árið hevði gjørt, at Føroyar sannlíkt vóru COVID-19 fríar, inntil vit høvdu eina møguliga vaksinu ultimo 2020 ella í 2021.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Burn: Neistin vann grannauppgerðina - VÍF vann norðuri í Klaksvík

16 minuttir síðan
Tíðindi

Harvey Weinstein fær 15 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang

36 minuttir síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona legði fyri í svensku kappingini við tapi

46 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi reyk úr týsku steypakappingini

1 tími síðan
Tíðindi

Spyr hví undirvísing í føroyskum ikki er í fleiri økjum

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias Hellisdal er klárur til stóra møguleikan

2 tímar síðan
Tíðindi

USA hevur boðið Putin til G20-fund í Miami

3 tímar síðan
Tíðindi

Iran vísti myndir av dripnum børnum í ST

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Hernaðarvenjing í Vestmanna

3 tímar síðan
Tíðindi

Hetland setur undir­sjóvar­tunnil til Yell fremst

4 tímar síðan
Tíðindi

Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendskar fyrstuhjálparsamskiparar

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um kostnaðin av nýggjari Steno Miðstøð

4 tímar síðan