Símun Pætur fyllir 70

Hann hevur síðani hann var blaðungur verið uppií leguarbeiðnum í Zarepta í Vatnsoyrum

Í dag, fríggjadagin 13. januar, eru tað 70 ár síðani, at Símun Pætur á Torkilsheyggi á Toftum varð føddur. Føðingardagurin verður hildin í Nebo á Toftum, har tað í morgin verður opið hús millum klokkan 14 og 18.

 

 

 

Henda dagin fyri 70 árum síðani var fagnaður á Torkilsheyggi á Nesi. Olivia átti Kissa Thorkildshøj, sum var bóndi á Torkilsheyggi, ein son. Olivia var úr Rituvík, og Kissa var av Heyggi, har hann tók garðin eftir pápan, Simon Thorkildshøj. Hann var abbasonur Simon Niclassen, sum var ættaður úr Sumba og í 1844 flutti hann norður á Nes. Sambært Torleifi Hansen í Bygdasøguni Nes, Toftir, Saltnes, flutti Simon norður á Nes við Otto Jørgensen presti. Hann hevði verið húskallur í prestagarðinum í Leirum í Hvalba. Sonur hansara æt Ólavur, og Simon Thorkildshøj var sonur hansara.

 

Í 1847 giftist Simon Niclassen Elisabeth Olesdatter uttan úr Forna á Nesi. Kissa var langabbasonur hansara, og í 1937 tók hann gomlu húsini á Torkilsheyggi niður og bygdi nýggj hús. Her var tað, at Símun Pætur og systkin hansara í fjálgum heimi og í góðum grannalag vórðu uppald. Frammanundan, at Símun Pætur kom í reiðrið, áttu Olivia og Kissa fimm døtur – Bettemi, Tóra, Guðrun, Karin og Eydna – og síðani fingu tey ein son aftrat. Tað er Leivur, sum nú er bóndi á Heyggi. Bettemi, Karin og Eydna búgva inni í Heiðum, og Tóra og Guðrun búgva á Toftum.

 

Símun Pætur var eftir skúlaárini skipsmaður og arbeiddi í skiftum á landi, men nógv størsta partin av arbeiðslívinum hevur hann arbeitt í kristiligum verki. Hann fekk gott í beinini í salinum á Toftum, har pápi hansara, Kissa, í meiri enn eina fjórðingsøld hevði ábyrgdina av sunnudagsskúlanum, har børn komu innan úr Heiðum og úr bygdunum longur úti á eystara armi á fjørðinum. Sum tey vuksu til, stuðlaðu næstu ættarliðini honum, og millum hesi vóru eisini børnini hjá Olivu og honum. Hjá teimum lá tað væl fyri, sum yvirhøvur hjá teimum í salinum, at syngja og spæla.

 

At vera næmingur á Moorlands bíbliuskúlanum í Suðuronglandi bar góðan førning við sær. Har var høvi at læra Skriftirnar at kenna og enska málið og at víðka altjóða sjónarringin. Frammanundan høvdu Zacharias Zachariassen, Brynleif Hansen og Hans Sivertsen og onkrir aðrir føroyingar verið á skúlanum, og saman við Símuni Pætur vóru fleiri føroyingar har.

 

Tíðliga í sjeytiárunum varð Símun Pætur partur av leiðsluni fyri legunum í Zarepta. Har arbeiddi hann saman við Páll Poulsen, Poul Færø og Zacharias Zachariassen, sum hann eisini ferðaðist kring landið saman við, og tey, sum vóru børn í sjeyti og áttati árunum minnast eisini, tá ið Símun Pætur saman við øðrum ferðaðist kring landið og helt barnamøtir. Nógvu tey seinastu árini hevur hann havt ábyrgdina av bíbliuskeiðnum seint á sumri, sum hann stuðlaði Zacharias við, og so samskipar hann saman við øðrum framvegis umvælingar og nýgerð, sum tað støðugt verður fingist við nakrar dagar um vikuna, tá ið tað ikki eru legur í Zarepta.

 

Hjartað er á røttum stað, og Símun Pætur kennir heilt nógv fólk og hevur framúr gott fólkatekki. Bæði børnini og onnur hava upplivað, hvussu skemtiligur og álvarssamur og hugnaligur og hugflogsríkur og siðbundin og víðskygdur hann alt um eina leið megnar at vera, og hvussu góður smyrjari hann er fyri at fáa øll at vera við og hava gott áralag.

 

Fyrsta oktober 1977 gingu tey bæði Anna Rasmussen úr Runavík og Símun Pætur saman í hjúnalag. Tey hava búð á Glyvrum og í Vatnsoyrum og í barnaheimi hansara á Nesi, sum tey hava dagført og víðkað, og nú búgva tey í nýggjari íbúð mitt á Toftum. Tey eiga tríggjar synir – Rói hevur yvirtikið barnaheimið á Heyggi, Kári býr mitt á Toftum, og Levi er granni hjá elsta beiggjanum.

 

Anna og Símun Pætur hava kent kall at vera við í kristiligum verki uttanfyri landoddarnar. Í fleiri skiftum hava tey í longri tíðarskeið búð í Kristnastovu á Amager, og so hava tey verið við OM skipinum Logos Hope – gomlu Norrønu – bæði í Europa og longri burtur í verðini. Har hava tey, sum alla aðra staðni, har tey eru uppií, gjørt mun, og ikki minst royndirnar í hesum altjóða víðfevnda samkomuliga arbeiðnum eru við til at mynda tey.

 

70 ára føðingardagsbarnið er sera góður við sína heimbygd og sítt bygdafólk. Í samkomuni Nebo á Toftum er hann trúgvur og drúgvur, og har og aðrastaðni, har hann ferðast og hittir fólk – ung og gomul og í gleði og sorg – er setningurin at vera við til at uppmuntra og seta mót í og at lyfta Frelsaran upp, sum hann hevur hoyrt um alla sína tíð, sum hann sum drongur fekk frið við, og sum hann framvegis er í ferðalagi við.

 

Anna og Símun Pætur eiga 12 barnabørn. Rói og Arnvør eiga fýra. Tað var ein øgilig sorg og saknur, tá ið óvanliga fjølgávaða og dugnaliga Arnvør varð rakt av herviligari sjúku og 12. februar í 2018 og bara 41 ára gomul varð tikin frá Róa og børnunum. Kári og Hervør eiga fýra børn, og Levi og Bodil eiga fýra børn. Fyri Annu og Símun Pætur kennist tað at vera forrættur at hava tey øll í grannalagnum, og tað munnu ikki vera nógvir dagar, at abbabørnini eftir skúlatíð ikki detta inn á gólvið hjá ommuni og abbanum, sum búgva bara eitt hanagleiv frá skúlanum.

 

Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, nú tú hevur rokkið dustsins árum. Takk fyri gott vinalag og samstarv.                          Jóannes Hansen