- Í einum lítlum, hugnaligum húsum Uppi við Garð í Leirvík býr 75 ára gamli, Rodmar Næs. Í kjallaranum hevur hann innrættað sær eitt lítið dreyiverkstað, har hann brúkar nógvar tímar við dreyibonkin.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.
- Rodmar hevur stóran áhuga fyri at arbeiða við viði og hevur eitt serstakliga gott handalag. Úr hondum hansara koma alskyns vakrir lutir so sum skálir, fuglar, ljósastakar, lampur og mangt annað.
At umskapa eitt rátt træstykki til ein slættan og vakran lut krevur bæði tíð, hegni og tolsemi. Og júst hetta sæst aftur í handverkinum hjá Rodmari, har hvør einstakur lutur verður gjørdur við stórum nærlagni.
Víst verður á, at alt verður gjørt úr føroyskum viði, og hetta ger handverkið serstakt. Hvør lutur hevur sín egna dám, og við teimum ber til at prýða heimið við vøkrum, føroyskum handverki.
- Men, áhugin fyri at dreya snýr seg ikki einans um at arbeiða sjálvstøðugt. Rodmar hittist eisini javnan við øðrum monnum á Oyrarbakka, ið hava sama áhugað fyri handverkinum. Her skifta teir orð og deila hugskot.
Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu verður sagt, at sunnudagin hin 15. november frá klokkan 14-18 verður Rodmar Næs at hitta á jólamarknaðinum í Brandstøðini í Leirvík, har hann fer at sýna fram og selja nakrar av sínum hondgjørdu lutum.
- Tað ber eisini til at bíleggja lutir beinleiðis frá honum, um fólk ynskja sær onkran ávísan lut eftir egnum ynski. Komið endiliga framvið, síggið vakra handverkið og fáið tykkum eitt prát við Rodmar, verður lagt aftrat.

