info
Ongi úrslit
Tey einastu í trivnaðarnevndini, sum taka undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um at avmarka stutttíðarleigu, eru tey bæðið umboðini hjá Tjóðveldi. Hini fimm umboðini mæla til at fella uppskotið

21 atkvøddu ímóti at yvirtaka løgregluna

Seks atkvøddu fyri og 21 ímóti, tá Løgtingið í dag feldi uppskotið hjá Tjóðveldi um at taka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan undir føroyskt ræði. Eingin atkvøddi blankt.

Eirikur Lindenskov
17. november 2026 kl. 22:15

Uppskotið um at broyta ræðislógina var fyrsta mál á tingfundinum týsdagin 17. november. Tað fall við aðru viðgerð. Broytingaruppskotið frá minnilutanum í Uttanlandsnevndini fall eisini við seks atkvøðum fyri og 21 ímóti.

Soleiðis atkvøddu tingfólkini um upprunauppskotið

Fyri (6)

  • Tjóðveldi: Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Eirikur í Jákupsstovu og Sirið Stenberg.

  • Framsókn: Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang.

  • Sjálvstýri: Sámal Petur í Grund.

Ímóti (21)

  • Fólkaflokkurin: Árni Skaale, Astrið Breckmann, Bill Justinussen, Fía Selma Nielsen, Grímur Sundstein, Jørgen Niclasen, Kristian Krog Hentze og Steffan Abrahamsson Løkin.

  • Javnaðarflokkurin: Ben Arabo, Bjarni Hammer, Eyðgunn Samuelsen, Jóhannis Joensen og Súsanna Bertholdsen.

  • Miðflokkurin: Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen.

  • Sambandsflokkurin: Atli F. Johansen, Erhard Joensen, Hermann Samuelsen, Johan Dahl, Magni Højgaard og Sunnvá Dahl Høgfeldt.

Tilbúgving og eftirlønarviðbót eisini á skránni

Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýri skjýtur upp, at landsstýrið ger eina samlaða tilbúgvingarætlan fyri Føroyar og setur eina tvørfakliga nevnd at samskipa arbeiðið millum stovnar og myndugleikar. Uppskotið var til fyrstu viðgerð og skal í Vinnunevndina.

Tvey uppskot um eftirlønarviðbót vóru eisini til fyrstu viðgerð. Annað skal geva fólkapensjónistum, sum áður hava verið fyritíðarpensjónistar, rætt til eina viðbót. Hitt skal tryggja, at viðbótin ikki verður roknað sum skattskyldig inntøka. Uppskotini verða viðgjørd saman og skulu í Trivnaðarnevndina.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Jenis: 42 høvdu hjá­árin eft­ir koronu­kopp­seting

18 minuttir síðan
Ítróttur

FM í skúlatalvi: Skúl­in á Fløt­um vann fyrsta dag­in í FM í skúlatalvi

49 minuttir síðan
Fótbóltur

Haaland av­gjørdi í yvir­tíð­ini – Dan­mark skal spæla um at varð­veita plássið

1 tími síðan
Hondbóltur

EHF European League: Mors-Thy var fyri stórtapi í Slovenia

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Leggja fyri móti Ísrael á útivølli

1 tími síðan
Hondbóltur

European League: Valur og TTH Holstebro taptu

2 tímar síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti eisini triðja dystin

3 tímar síðan
Tíðindi

Psykiatriski depilin flytir í H-bygninginum

5 tímar síðan
Tíðindi

Íslendingar krevja ís­lenskt mál í iPhone og Mac

5 tímar síðan
Tíðindi

Bara fýra atkvøður fyri at avmarka stutttíðarleigu

6 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarligt flutningsflogfar dottið niður í Russlandi

7 tímar síðan
Tíðindi

Meta at 90 milli­ard­ir verða hvít­vask­aðar ár­liga í Danmark

7 tímar síðan