Danmark var á odda 2–1 langt inn í seinna hálvleik í Parkini, men Noreg vendi dystinum og vann 3–2 í seinasta umfari í bólkaspælinum í Nations League. Úrslitið merkir, at Danmark skal spæla um at varðveita plássið í A-deildini.
Norðmenn trýstu hart eftir steðgin. Haaland stútaði framvið, tá hann stóð púra leysur við handaru stong, og seinni rakti norski verjuleikarin Kristoffer Ajer uttaru síðuna á stongini úr spískum vinkli.
Í 84. minutti gav trýstið úrslit. Ein norsk roynd rakti stongina, og Martin Ødegaard var fyrstur á returbóltinum og javnaði til 2–2.
Ødegaard átti eisini innleggið, sum førdi til avgerandi málið. Joachim Andersen fekk bóltin á armin inni í danska brotsteiginum. Eftir VAR-kanning dømdi dómarin brotsspark til Noregs.
Mads Hermansen kastaði seg til aðra síðuna, og Haaland sendi bóltin flatt í hina. So vann Noreg 3–2 í Keypmannahavn.