Liðið hjá Magnusi Árasyni, Mors-Thy spældi í kvøld dyst á útivølli móti slovenska liðnum, RD Slovan í innleiðandi bólki H í EHF European League.
Slovan vann greiðan 37-26 sigur á Mors-Thy. Í steðginum var slovenska liðið á odda 17-13.
Magnus skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
Aftaná fýra umfør er RD Slovan greit oddalið við átta stigum. Liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur er nummar tvey við fýra stigum. Tatabanya og Mors-Thy hava tvey stig hvør.
Komandi týskvøld klokkan 19.45 verður føroyingauppgerð, tá Mors-Thy í Sparekassen Thy Arena tekur ímóti Vali.