- Tað passar ikki, góðu Karl og Torbjørn!

- Tað er ikki rætt, at byggingin av nýggjari Akstovu í Gøtu, sum nú er upp á tal, er nakað, sum núsitandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, hevur funnið upp á fyri at sætta sínum veljarum. 

- Tað eru nógv ár síðan, at Akstovan sjálv vendi sær til undirritaða við ætlanum um at byggja eina nýggja sýnshøll v.m fyri alt norður-/ eysturøkið. Vit tosa um eini 10 ár ella so aftur í tíð. Haldi, at Hendrik Old var avvarðandi landsstýrismaður tá. 

 

Tað skrivar Jóhan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Eysturkommunu, á sínum Facebook-vanga fyri løtu síðan. 

 

Hann vísir á, at tað tískil ikki er rætt, at byggingin av nýggjari Akstovu í Gøtu, sum nú er upp á tal, er nakað, sum núsitandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, hevur funnið upp á fyri at sætta sínum veljarum. 

 

- Hetta kann eg sum fyrrverandi borgarstjóri í Eysturkommunu vátta, leggur Jóhan Christiansen dent á.

 

Munurin er kanska bert tann, sigur fyrrverandi borgarstjórin, at sitandi landsstýrismaður lurtar eftir ynskjum og ráðum frá stovnunum, hann umsitur. Tað er meira, enn sigast kann um undanfarnu  landsstýrisfólk, heldur fyrrverandi borgarstjórin fyri. 

 

- Grundgevingarnar hjá Akstovuni tá vóru, at stovnurin vildi savna alt virksemi av sýningum av bilum v.m í ein tíðarhóskandi bygning, so tænastan til borgararnar gjørdist enn betri - og hetta á einum staði, sum liggur sentralt fyri, tá hugsað verður um Norðoyggjar og Eysturoy.

 

Longri er tann søgan ikki, staðfestir Jóhan Christiansen.

 

Hann vísir eisini á, at orsøkin til, at verkætlanin ikki kom víðari tá, einfalt var hon, at táverandi landsstýrisfólk ikki vildu taka henda kampin upp.

 

- Og tað er sjón fyri søgn, hví so var.

 

Jóhan Christiansen leggur aftrat, at grannaborgarstjórarnir hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu eru ikki blíðir, nú kanska eitt almenn tilboð skuldi flutt úr teirra kommunum og til eitt nú Eysturkommunu, sum - uttan fólkaskúlalærarar - bert hevur eitt alment starvsett fólk, nevnliga kommunulæknan. 

 

- Vorðið sum grannar, heldur fyrrverandi borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, fyri á sínum Facebook-vanga fyri løtu síðan.