Seinnapartin klokkan 15.40 í morgin spælir føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti annan dystin í EM-endaspælinum í Slovenia.
Dysturin í bólki C verður móti Fraklandi, ið fyrr í dag tapti 31-37 (18-19) fyri bólkafavorittunum, Spania.
Føroyar vunnu fyrr í dag 30-29 (21-15) á Sveis.
10 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin millum Frakland og Føroyar hava Frakland sum favoritt at vinna dystin.
Oddsini upp á franskan sigur liggja millum 1,55 og 1,62.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 2,50 og 2,93.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,00 og 9,50.
HER eru oddsini:
##med2##