Vælferð og búskapur ganga hond í hond

Búskaparvøksturin skal vera burðardyggur og grundaður á skilagóða fíggjarstýring í almenna geiranum, burðardyggan fiskiskap og eitt sterkt vinnulív við tryggum kørmum.

 

Fyri at fíggja vælferðarsamfelagið er tørvur á einum sterkum búskapi. Tað leggur lunnar undir vælvirkandi vælferðarskipanum, ið aftur styrkja um vælferðarsamfelagið.

 

Útreiðslurnar hjá landinum skulu fíggjast á ein skilagóðan og rættvísan hátt, har øll eru við at bera byrðarnar eftir førimuni - har breiðastu herðarnar bera størstu byrðuna.

 

Almenni, privati og sjálvbodni geirin skulu eggjast til samstarv og soleiðis skapa bestu karmar fyri menning og gagnnýtslu av tilfeingi okkara á landi og sjógvi.

 

Fyri at røkka úrslitunum eiga vit, umframt at eggja til samstarv, at leita eftir innovativum loysnum. Tá ið politikarar, granskarar, vinnulív, starvsfólk, brúkarar og borgarar setast saman at finna felags loysnir skapa vit nýmenning og nýhugsan.

 

Í mínum politiska arbeiði á fólkatinginum síggi eg dagliga, hvussu avgerðir verða tiknar út frá ráðgeving frá serfrøðingum og fakfólki innan ávísa økið, og hvussu kjakast verður um ymisk evni verða á ein demokratiskan hátt - hetta vil eg virka fyri um eg fái møguleikan - at mál verða viðgjørd við gjøgnumskygni og avgerðir verða tiknar út frá fakligum grundarløgum.

 

Hjartamál:

 

  • Ábyrgdarfullur og skilagóður fíggjarpolitikkur
  • Burðardygt orkuskifti og ein sterk og skapandi vinna.
  • Javna, persónligt frælsi og rúmligheit

 

 

 

Malan á Dunga

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin