info
Ongi úrslit

Velduga stór virðir kunnu fara fyri skeyti

- Frystilastirnar eru sjálvsagt tryggjaðar, men eg veit ikki, um tryggingin tekur við í slíkum føri. So, hetta kann gerast ein rættiliga stórur trupulleiki, sigur formaðurin í Felagnum Línuskip.

Vilmund Jacobsen
7. juni 2024 kl. 10:45

Í løtuni liggja tvey frystilínuskip og bíða eftir landing. Pison, sum er komin av Flemish Kap, liggur í Klaksvík, og tað ger Polarstjørnan, sum er komin úr Grønlandi, eisini.  

Verkfallið ger, at skipini sleppa ikki at landa fiskin, tey hava í lastini. Ein frystilast er júst sum ein frystiboks, har tað legst ísur á kølingina, sum ger, at kølingin versnar, og kuldin í lastini minkar.

Fer kuldin í lastini niður um 18 stig, kann fiskurin sambært løggildingini, sum skipini hava, ikki seljast sum mannaføði.

Tað hevur ljóðað, at teir eru farnir at landa Pison, men formaðurin í Felagnum Línuskipum, Hálvdan Gudmundsen, heldur ikki, at hetta er so, tí feløgini í verkfalli hava ikki viljað givið undantøk til landing.

- Pison og Polarstjørnan hava nú ligið tað mesta av einari viku og bíðað. Leygardagin, sum er í morgin, kemur frystilínuskipið Eivind, og síðan koma frystilínuskipini, Jógvan I og Sandshavið, mánadagin, allir koma av Flemish Kap.

Formaðurin í Felagnum Línuskip vísir á, at flestu skip eru full undir lúkurnar, og tí hava tey ongan møguleika at draga túrin út. Hetta er alt toskur, og talan er um virðir á fleiri milliónir.

- Sandshavið var í Grønlandi og undir Føroyum, áðrenn teir fóru yvir á Flemish Kap, tí teir høvdu ikki fingið landað í Føroyum kortini. Frystilínuskipið Jákup B er nú eisini á veg yvir á Flemish Kap.

Hálvdan Gudmundsen vísir á, at tað er heldur eingin møguleiki hjá frystilínuskipunum at landa uttanlands. Lógin sigur, at tú í einum ári bert kanst landa 15 prosent av einum fiskaslagi uttanlands.

- Tá tað er so lítil toskur at fáa undir Føroyum og frystilínuskipini, sum eru komin og tey, sum koma leygardagin og mánadagin, næstan bara hava tosk, koma tey at bróta lógina, um tey fara uttanlands við einari so stórari last av toski.

Hann sigur, at í Fiskimálaráðnum vilja tey heldur ikki geva frystilínuskipunum undantak frá regluni um hámarkið á 15 prosent.

- Vanligi kuldin í einari frystilast liggur úr 26 kuldastigum og niður móti 22-24 kuldastigum. Tá lastin kemur niður móti teimum 18 kuldastigunum, er neyðugt at gera okkurt, tí tá byrjar tað at gerast kritiskt.

Hálvdan Gudmundsen sigur, at skipini hava ikki loyvi at landa fisk, sum liggur frystur við minni enn 18 kuldastigum. Lastirnar eru sjálvsagt tryggjaðar, men hann veit ikki, um tryggingin tekur við í slíkum føri.

- So, hetta kann gerast ein rættiliga stórur trupulleiki, og her kann skjótt talan gerast um, at millióna virðir fara fyri skeyti, sigur formaðurin í Felagnum Línuskip.

Lesið eisini her - https://www.in.fo/news-detail/pison-hevur-landad-i-anunum

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Venjing verður í Eysturoyartunlinum í kvøld

9 minuttir síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ - trý stig til B68

19 minuttir síðan
Tíðindi

Uppihaldsloyvi hjá ukrainum verða longd

38 minuttir síðan
Tíðindi

Gandar við føroyskum rávørum á Katrinu Christiansen

1 tími síðan
Tíðindi

Bókatiltak: Hvussu fáa vit børn at lesa meria?

1 tími síðan
Tíðindi

Pensjónsaldurin eigur at hækka skjótari enn lógin leggur upp til

1 tími síðan
Tíðindi

508 fleiri í ar­beiði – men færri í fiski­vinnu og aling

1 tími síðan
Tíðindi

Avstralskur politikari ákoyrd av bili

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvey útlendsk skip landa makrel hjá Varðanum Pelagic

2 tímar síðan
Tíðindi

Marknaðarfólk seta sjóneykuna á vitlíki og marknaðarføring

3 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og Ovi vóru fremstu málskjúttarnir hjá Bergsøy

3 tímar síðan
Ítróttur

Meistararnir flúgvandi byrjan

3 tímar síðan