– Fyri 22 árum síðani søkti kirkjuráðið á Argjum um at fáa tillagingar gjørdar við verandi kirkjubygning.
Soleiðis mintist Fróði Olsen, formaður í Argja kirkjuráði, aftur á drúgvu tilgongdina, tá hann helt røðu á hátíðarløtuni leygardagin.
Ymiskir møguleikar vórðu kannaðir. Hugt varð bæði úteftir og niðaneftir við verandi bygningi, men eingin loysn bar til.
Tá kom ein onnur áheitan frá Tórshavnar býráð, sum segði:
– Byggið eina kirkju her, greiddi Fróði Olsen frá.
Kirkjuráðið keypti síðani stykkið, og neyðugu loyvini vórðu fingin til vega.
Yvir 20 uppskot um nýggja kirkju
Ein arkitektakapping varð útskrivað um nýggju kirkjuna, og sambært kirkjuráðsformanninum komu nakað oman fyri 20 uppskot inn.
Brim Arkitektar vunnu kappingina.
– Uppiborið, segði Fróði Olsen um vinnandi uppskotið.
Kanjon hevur fingið arbeiðið at byggja kirkjuna. Byggifyritøkan hevur upplýst, at arbeiðið kann gerast eftir 22 mánaðum.
Fróði Olsen vónaði tó, at tað kanska fer at bera til at ganga eitt sindur skjótari.
Orsøkin er ein serlig dagfesting í 2028.
– Í mai 2028 fylla Argir 200 ár, segði hann.
Trý gomul kirkjufólk loystu fyrstu fløgini
Kirkjuráðið hevði valt Rigmor Andreassen, Henning Mortensen og Vilhelminu Johannesen at loysa fyrstu fløgini. Fróði Olsen segði tað vera kirkjuráðnum ein stóran heiður, at tey vildu átaka sær uppgávuna.
Tey eru millum elstu fólk í kirkjuliðnum á Argjum og hava øll havt tilknýti til kirkjuráðið.
Rigmor Andreassen er 99 ára gomul og sambært Fróða Olsen elsta fólk á Argjum. Hon var eisini fyrsta kvinnan, sum sat í Argja kirkjuráði.
Um Henning Mortensen segði kirkjuráðsformaðurin, at hann er ein av teimum fáu kempunum, sum enn eru eftir av teimum, ið bygdu verandi kirkju og missiónshúsið á Argjum.
Tað arbeiðið varð gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi.
– Túsund takk fyri tað, segði Fróði Olsen.
Vilhelmina Johannesen varð eisini tikin fram sum ein av trúføstu kirkjugangarunum á Argjum. Hon hevur sitið í kirkjuráðnum, og Fróði Olsen mintist eisini aftur á hana sum søgulesara í sunnudagsskúlanum.
Takk til tey, sum hava stríðst í øll árini
Fróði Olsen brúkti ein part av røðuni til at takka teimum mongu, sum hava verið við í drúgvu tilgongdini.
Fróði Olsen nevndi Mentamálaráðið, Tórshavnar býráð og kirkjuligu myndugleikarnar.
Hann takkaði Jógvani Fríðrikssyni biskupi, Una Næs, fyrrverandi dómprósti, Mariu Jørðdal Niclasen, núverandi dómprósti, og próstadømisráðnum fyri áhaldandi arbeiðið í fleiri ár.
Hann helt tað eisini vera áhugavert, at kirkjan á Argjum skuldi gerast ein av fyrstu stóru uppgávunum hjá nýggja dómpróstinum.
Kirkjuráðsformaðurin gloymdi heldur ikki tey, sum hava sitið í kirkjuráðnum og arbeitt við kirkjuætlanini gjøgnum árini.
Hann nevndi Bjart Dalsgarð, sum í mong ár var formaður og sambært Fróða Olsen tók eitt tungt tak. Eisini Sólrun Geldisheygg, fyrrverandi forkvinna, og Rúni Hentze vórðu nevnd fyri stóra arbeiðið teirra.
– Gud signi tykkum, segði Fróði Olsen.
Endaði við „Fedranna kirkju“
At enda las kirkjuráðsformaðurin fyrsta ørindi úr sálminum Fedranna kirkja hjá Gudmundi Bruun:
Fedranna kirkja í Føroya tjóð,
fjálgasta friðskjól á foldum!
Víða hon fevnir um land og sjó,
fast er hon ísett, tí Harrin hjó
hana í klett undir moldum.
Síðani vórðu fyrstu fløgini loyst, og harvið varð eitt sjónligt punktum sett fyri eina 22 ára langa fyrireikingartilgongd – og byrjanin markerað til sjálva byggingina av nýggju kirkjuni á Argjum.