Tað var spennandi, dramatiskt og hendingarríkt og skiftandi, tá ið B68 og EB/Streymur seinnapartin hittust á Svangaskarði.
Tá ið tíðin var farin meiri enn fimm minuttir útum vanligu leiktíðina, skoraði EB/Streymur 3-2 sigursmálið. Málskjútti úr 24 metrum og eitt sindur úr vinstru var miðverjin Laurits Nørby, sum við neyvum skoti legði bóltin omanfyri málverjan og í handara síðunetið.
EB/Streyma spælararnir fegnaðust í stórum trunka, meðan vónbrotnu heimamenninir tveittu seg á vøllin. Tað var væl skiljandi, at reaktiónirnar vóru so ymiskar.
Við sigrinum í dag er EB/Streymur á sætta plássi við 26 stigum. Nú tað resta fýra umfør eru tað sjey stig aftur til 07 Vestur, sum við 19 stigum er á níggjunda plássi. Hóast 07 Vestur á heimavølli ímóti júst EB/Streymi leygardagin 10. oktober hevur møguleika at minka um munin til fýra stig, so er tað ógvuliga ilt at ímynda sær, at tað í 2027 ikki verður fótbóltur í Meistaradeildini í Hólmanum á Eiði.
Tapið í dag ber við sær, at B68 er aftast við 17 stigum. Tað eru seks stig fram til Skála ÍF, sum er á áttandi plássi. At tað í fýra teimum síðstu umførunum fer at eydnast toftamonnum at vinna seks stig fleiri enn Skála ÍF kennist vera heilt óhugsandi, og tí bendir heilt nógv á, at tað í 2027 verður 1. deildarfótbóltur á Svangaskarði.
Væl upplagdi Virgar Jónsson átti úr vinstru uppleggið, tá ið Gutti Dahl-Olsen í 27. minutti legði gestirnar á odda, og annars stinni B68 málverjin gjørdi stórt mistak í útspælinum, sum í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki bar 2-0 málið við sær. Málskjútti av brotsteigarmarkinum var miðvallarin Marius Nielsen, sum hevur skorað í øllum trimum dystunum hjá EB/Streymi ímóti B68 í ár.
Eftir steðgin vísti B68 góðan hugburð og eisini í løtum gott spæl. Tað eydnaðist at javna til 2-2, og toftamenn spældu og stríddust fyri at skora sigursmálið og harvið at styrkja um møguleikan at sleppa undan at flyta niður, og so var tað, at teir mistu alt á gólvið.
Í báðum førum var tað franski álopsspælarin Loick Jean Henri Lespinasse, sum var B68 málskjútti. Hann hevur nú skorað 9 mál, og tað undrar ikki, um tað eru onnur feløg, sum sýna honum áhuga. Í fyrra førinum var tað við brotssparki sjey minuttir eftir steðgin, og í seinna førinum var tað við fínum skoti úr høgru og í handara síðunetið, eftir at Sebastian Lau Nielsen hevði spælt hann leysan.
Sunnudagin 11. oktober fær B68 vitjan av Víkingi, 18. oktober fer B68 til Klaksvíkar, sunnudagin 25. oktober fer B68 til Sørvágs, áðrenn tað verður rundað av við grannauppgerð, tá ið FM favorittarnir í NSÍ fara at vitja á Svangaskarði.