Tað endaði við 4-1 heimasigri, tá ið HB seinnapartin hevði vitjan av grannunum av Argjum. HB var frammanfyri 4-0, áðrenn AB minkaði um munin. Tað var, tá ið HB gjørdi sjálvmál.
14. juni tapti HB 3-1 á útivølli ímóti AB. Tað var eftir tann dystin, at Lukasz Cieslewicz tók við sum HB venjar. Í dag hevði Lukasz Cieslewicz fyri 10. ferð ábyrgdina av HB liðnum, og í øllum hesum tíggju dystunum hevur HB vunnið stig. Úrtøkan er tveir javnleikir, og í dag vann HB fyri áttandu ferð.
HB hevur nú 41 stig, og tað eru fýra stig fram til næstfremsta plássið og KÍ. Sunnudagin 11. oktober – í fyrsta umfarinum eftir landsliðssteðgin – hittast HB og KÍ í Gundadali.
Úrslitið í dag ber við sær, at AB framvegis hevur 24 stig, og nú er AB á sjeynda plássi. Tað er eitt stig aftur til Skála ÍF, sum er á áttanda plássi, og tað eru fimm stig aftur til 07 Vestur, sum er undir strikuni.
Sunnudagin 11. oktober fær AB vitjan av B36, og í trimum teimum síðstu umførunum fer AB at spæla ímóti Víkingi (ú), Skála ÍF (ú) og 07 Vestur (h).
Í dag legði HB seg á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Væl upplagdi Heini Sørensen umsetti eftir 12 minuttir brotsspark til 1-0, og tá ið ein hálvur tími var farin, var tað Jákup L. Thomsen, sum eftir innlegg frá Mathias Voss økti um leiðsluna til 2-0.
Í fyrsta minutti eftir steðgin var allur spenningur burtur, tá ið Ári Mohr Jónsson eftir upplegg frá Dan í Soylu skoraði til 3-0. Bara fýra minuttir seinni økti Mathias Voss um munin til 4-0, og so var tað deydligt, og tað kundu havt verið skorað fleiri mál, men tað var bara Heri H. Mohr hjá HB, sum fekk bóltin inn um málstrikuna – aftanfyri sín egna málverja.