info
Ongi úrslit

24 fólk lótu lív á veg heim frá jarðarferð í Kenja

Fyri bara tveimum vikum síðan lótu 17 fólk lív í einari ferðsluvanlukku á sama vegastrekki, verður sagt úr Kenja

Vilmund Jacobsen
26. oktober 2026 kl. 10:19

Í minsta lagi 24 fólk lótu lív, tá ein bussur í gjár stoytti saman við ein lastbil á einum høvuðsvegi í Kenja.

Útlendskir miðlar vita at siga, at fyri bara tveimum vikum síðan lótu 17 fólk lív í einari aðrari ferðsluvanlukku á sama vegastrekki.

Sagt verður, at vegurin er bindingarlið millum høvuðsstaðin Nairobi og strandarbýin, Mombasa.

Umframt tey 24, sum lótu lív í vanlukkuni bussvanlukkuni í Kenja í gjár, fingu á leið líka nógv fólk løstir í vanlukkuni.

Útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at ferðafólkini í bussinum vóru á veg heim aftur til Mombasa eftir at hava verið til eina jarðarferð hjá einum presti.

Júst, hvussu vanlukkan hendi, er ikki full greiða fingin á, men eitt av ferðafólkunum sigur, at ein lastbilur rakti bussin aftanífrá, og bussurin koppaði í samanstoytinum.

Ferðslumyndugleikarnir í Kenja hava illgruna um, at vanlukkan stóðst av ábyrgdarleysari yvirháling, sum sagt verður.

Høg ferð og vánaligir vegir hava áður verið nevnd sum viðvirkandi orsøkir til fleiri ferðsluvanlukkur í Kenja.

Myndugleikarnir í landinum siga, at hvørt ár doyggja umleið 5000 fólk í ferðsluni, og talið av ferðsluvanlukkum í Kenja liggur um 20.000 um árið.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Málið er at brúka 3,5 prosent av BTÚ til verju

39 minuttir síðan
Fótbóltur

Fýra stig til NSÍ og fýra stig til HB

1 tími síðan
Tíðindi

Houthi'arar siga seg aftur hava lopið á flogvøllin í Riyad

1 tími síðan
Tíðindi

Jóhannis Er­lendss­on for­seti í Unga Norður­landa­ráðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Útreiðslurnar og veitingar til eldraøkið halda fram at vaksa

2 tímar síðan
Tíðindi

Tunnilsgjøldini hjá bussunum kunnu verða strikað

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Serlæknapuljan má varðveitast

3 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

4 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt á útivølli

5 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til B68 - trý stig til 07 Vestur

9 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

11 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann týðandi sigur í botnstríðnum

12 tímar síðan