Jóhannis Erlendsson er um vikuskiftið valdur til forseta í Unga Norðurlandaráðnum fyri 2027.
Valið fór fram á ársfundinum hjá Unga Norðurlandaráðnum í Helsinki í Finnlandi.
Jóhannis Erlendsson er 23 ára gamal og hevur seinastu árini umboðað Unga Tjóðveldið í norðurlendska ungdómssamstarvinum.
Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum, skrivar soleiðis á Facebook í gjár.
– Jóhannis Erlendsson varð júst valdur til forseta fyri Unga Norðurlandaráðið fyri árið 2027. Hjartaliga til lukku Jóhannis og alt tað besta við týðandi arbeiðinum fyri framman, skrivar hon.
Í ár er Arvid Karell úr Finnlandi forseti.
– Gleði meg til at halda áfram við góða samstarvinum millum Unga Norðurlandaráðið og Norðurlandaráðið, skrivar Kristina Háfoss.
Unga Norðurlandaráðið er samstarvsfelagsskapur hjá politiskum ungdómsfelagsskapum í Norðurlondum. Ráðið arbeiðir fyri at styrkja samstarvið millum ung í Norðurlondum og at geva ungum størri ávirkan á norðurlendskan politikk.
Sum forseti fær Jóhannis Erlendsson ein týðandi leiklut í at standa á odda fyri hesum arbeiðinum og umboða ungdómsráðið í samstarvinum við Norðurlandaráðið.
Nýggja nevndin í Unga Norðurlandaráðnum tekur við 1. januar 2027.