Liðið hjá Ova Lützen og Paula Høj, Bergsøy er næstaftast í bestu norsku hondbóltsdeildini við bert tveimum stigum fyri átta dystir.
Sunnudagin tapti Bergsøy greitt á útivølli 21-32 fyri Fjellhammer, ið var á odda 14-13 í steðginum.
Pauli skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir. Ovi skoraði eitt mál upp á fýra málroyndir, og hann legði upp til eitt mál.
Komandi sunnudag klokkan 15.30 hevur Bergsøy dyst á heimavølli móti Follo.