Luiz Inácio Lula da Silva heldur fram sum forseti í Brasil. Í gjár vann hann seinna umfar av forsetavalinum á Flávio Bolsonaro, upplýsir brasilski valmyndugleikin sambært tíðindastovuni Reuters.
Tá ið 99,9 prosent av atkvøðunum vóru tald, hevði Lula fingið 51,8 prosent, meðan Bolsonaro hevði fingið 48,2 prosent.
Við sigrinum tryggjar Lula sær sítt fjórða skeið sum forseti í størsta landinum í Suðuramerika, har fleiri enn 200 milliónir fólk búgva. Sambært Reuters er hetta fyrstu ferð í søgu Brasils, at ein politikari verður valdur til forseta í fýra skeið.
Lula var forseti frá 2003 til 2010. Hann tók aftur við embætinum í 2023, eftir at hann árið fyri hevði vunnið forsetavalið á Jair Bolsonaro, pápa Flávio Bolsonaro.
Frammanundan varð roknað við einum tøttum vali millum tey bæði valevnini, sum vilja føra Brasil hvør sín veg.
Flávio Bolsonaro úr Liberala flokkinum vann fyrra valumfarið fyrst í oktober við 47 prosentum av atkvøðunum. Lula úr Arbeiðaraflokkinum fekk tá 45,2 prosent.
Av tí at einki valevni fekk meira enn helvtina av atkvøðunum, fóru teir báðir við flestum atkvøðum víðari til seinna valumfarið.
Í sínum núverandi forsetaskeiði hevur Lula millum annað minkað um oyðingina av regnskóginum í Amazonas og sett sosialar skipanir í verk aftur.
Hann er farin til val við lyfti um at halda fram við skipanum fyri tey ringast staddu og at víðka almenna geiran.
Høgravendi Bolsonaro hevur hinvegin viljað minkað um leiklutin hjá statinum og tikið harðari stig móti kriminaliteti.
Í valstríðnum hevur hann eisini sagt, at hann vildi geva pápa sínum, fyrrverandi forsetanum Jair Bolsonaro, amnesti.
Jair Bolsonaro situr í løtuni í fongsli, eftir at hann í 2025 varð dømdur fyri ætlanir um at fremja eitt statskvett móti Lula eftir ósigurin á forsetavalinum fyri fýra árum síðani.
Keldu: Ritzau