Liðið hjá Gullbrandi Øregaard og Olafi Bárðarsyni, Sandnes ULF vann ein sera týðandi 2-1 heimasigur á Lyn Oslo í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Gullbrandur og Olaf komu báðir á vøllin, tá 66 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Longu í øðrum minutti hevði Mathias Sundberg hepnið við sær, tá hann legði Sandnes á odda aftaná bólturin hevði rakt ein verjuleikara hjá Lyn á vegnum. Í 58. minutti javnaði Lyn til 1-1. Klokkan vísti 79 minuttir, tá Sandnes ULF fekk eitt brotsspark, ið leikararnir hjá Lyn als ikki vóru samdir í. Ole Sebastian Sundgot tryggjaði Sandnes sigurin við brotssparkinum.
Sandnes ULF er fjórðaftast í deildini við 29 stigum. Moss á triðaftasta plássinum hevur 29 stig, og Åsane á næstaftasta plássinum hevur 25 stig nú bert tvey umfør eru eftir at leika.
Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Sandnes ULF dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Gilla Rólantssyni, Odd.