Bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, sigur, at stjórn hansara hevur sum mál at brúka 3,5 prosent av bruttotjóðarúrtøku landsins til verju innan 2035.
Í samrøðu við fyrrapartssendingina - Good Morning Britain - í morgun segði forsætisráðharrin, at fíggjarmálaráðharrin, John Healey, fer at leggja fram fyrstu fíggjarlóg landsins mikudagin.
Andy Burnham segði, at her fæst at síggja, hvussu nógv bretska stjórnin ætlar sær at brúka til verju.
Forsætisráðharrin segði, at Stórabretland vil røkja sínar Nato-skyldur.
- Vit fara at leggja fram eina ætlan um, hvussu vit kunnu røkka málinum.
Andy Burnham segði, at tjóðartrygd er eitt økið, sum skal raðfestast í einum avbjóðandi heimi.