Tunnilsgjøldini hjá almennu bussunum kunnu verða strikað, so pengarnir í staðin verða brúktir til at betra bussambandið til og frá Vága Floghavn.
Tað er ein av møguleikunum, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, nevnir í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu.
– Ein annar møguleiki er at strika tunnilsgjøldini fyri almenna busskoyring, og nýta peningin til at betra bussambandið til og frá flogvøllinum, sigur landsstýrismaðurin.
Hann nevnir eisini møguleikan at seta eina serliga flogvallarleið á stovn við beinleiðis sambandi millum flogvøllin og meginøkið.
Men tað hevði kravt fleiri bussar og harvið eisini størri játtan.
Bussleiðirnar skulu tæna fleiri enn flogferðafólkum
Súsanna Bertholdsen hevur spurt landsstýrismannin, hvussu ferðaætlanirnar hjá Strandferðsluni verða samskipaðar við flogferðsluna hjá Atlantsflogi.
Jacob Vestergaard vísir á, at eftirspurningurin eftir bussferðslu til og frá flogvøllinum er vaksin seinastu árini.
Men bussarnir skulu ikki bara flyta ferðafólk til og frá flogvøllinum. Teir skulu eisini flyta fólk til arbeiðis, miðnámsskúlanæmingar og onnur ferðandi.
Sambært hagtølum frá 2025 fóru 15,5 prosent av ferðafólkunum á leiðunum 300 og 350 umborð á flogvøllinum. 36 prosent fóru umborð í Havn, meðan 48,5 prosent fóru umborð aðrastaðni á leiðini millum Havnina, Sørvág og Gásadal.
Tí ber ikki til at laga allar bussferðirnar eftir flogferðsluni.
Annaðhvørt meiri pengar ella færri ferðir aðrastaðni
Landsstýrismaðurin sigur, at Strandferðslan ikki kann seta óavmarkaða busskoyring inn á leiðina til flogvøllin.
– Við verandi ferðaseðlaprísum merkir hetta, at annaðhvørt má játtanin hækkast ella túratalið á øðrum leiðum skerjast, stendur í svarinum.
Síðani 2024 hava Vága Floghavn og Strandferðslan havt eina skipan, har Strandferðslan støðugt hevur atgongd til upplýsingar um flogferðsluna.
Hetta ger tað møguligt at samskipa bussferðsluna við flogførini, men eisini her skulu onnur ferðandi havast í huga.
Bussar til morgunflogið
Í sambandi við dagligu fráferðina hjá Atlantsflogi klokkan 08.20 ber sambært landsstýrismanninum til at taka leið 300 úr Havn klokkan 05.40 og 06.45, og klokkan 06.30 um vikuskiftið.
Ferðaætlanin er løgd til rættis eftir vegleiðing frá Vága Floghavn og Atlantsflogi um, nær ferðafólk eiga at møta á flogvøllinum.
Landsstýrismaðurin upplýsir eisini, at Strandferðslan arbeiðir við at betra bussambandið til flogvøllin og hevur økt túratalið á leið 350 um summarið.
Enn er tó eingin avgerð tikin um at strika tunnilsgjøldini, og heldur eingin upphædd er nevnd fyri, hvussu nógv Strandferðslan kundi spart við hesum.