Vágur hevur nógv at bjóða, og góðir karmar eru hjá barnafamiljum at búgva og liva í Vágs kommunu.
Í kommununi vísa tey á, at nógv verður gjørt fyri borgararnar, og samstundis hevur virknað lokalumhvørvið stóran týdning fyri, at fólk trívast, støðast og gerast partur av grannaløgum og felagsskapum.
- Í oktober kom fyrsti stuttfilmurin, har kommunan varpar ljós á fyrimunirnar við at búgva í kommununi. Nú er næsti av trimum filmum tøkur at síggja.
Her greiðir ein ung familja, sum hevur valt at seta búgv í Vági, frá sínum gerandisdegi, og tey seta orð á, hví tey hava valt Vág sum karm um familjulívið.
- Í næsta filminum eru tað Anna Randi Hansen og Oddur Joensen, sum greiða frá sínum upplivingum við at flyta úr Kaldbak og suður til Vágs.
Tey siga frá, hvussu tað var at fella til sum nýggj familja í Vági, og hvørjar møguleikar og tænastur kommunan og lokalsamfelagið hava at bjóða barnafamiljum.
- Anna Randi og Oddur leggja eisini dent á fíggjarligu fyrimunirnir við at búgva í Vági, og hvussu atkomiligt alt í gerandislívinum er. Stutt er til flestu hentleikar, og her hevur familjan hevur alt tað, sum henni tørvar, tætt við.
Næsti filmurin í røðini - Lívið í Vági - er nú tøkur og kann síggjast á heimasíðuni hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo