info
Ongi úrslit

Kolaðist upp eftir ongari løtu

Eldurin kyknaði í lastini, áðrenn ferjan kom til Coron í landslutinum, Palawan, og eldurin fór um alt skipið eftir lítlari løtu

Vilmund Jacobsen
1 tími síðan

Higartil eru 35 fólk funnin deyð, eftir at eldur kom í eina ferju á Filipsoyggjunum, men myndugleikarnir í landinum stúra fyri, at talið av deyðum fer at veksa.

Stutt eftir eldin vórðu fimm fólk staðfest deyð, men talið vaks skjótt og kom upp á 30. Nú er talið av deyðum komið upp á 35.

- Stúrt verður fyri, at talið av deyðum fer at veksa uppaftur meira, sigur vaktartænastan á Filipsoyggjunum.

Sagt verður, at 30 ferðafólk og 13 av manningini vórðu bjargað á lívi, samstundis sum tilsamans 54 fólk vóru saknað.

Men, sambært ferðafólkalistanum vóru tilsamans 134 fólk við MV June Aster - 117 ferðafólk, og manningin taldi 17.

Bjargingartænastan veit at siga, at tvey fólk vóru ongantíð farin umborð á ferjuna.

Ferjan var hósdagin farin úr Baseco í Manila, og hon skuldi til Coron í landslutinum, Palawan.

Eldurin kyknaði í lastini, áðrenn ferjan kom til Coron, og sagt verður, at eldurin fór um alt skipið eftir lítlari løtu.

Tað er ógreitt, hví eldur kom í MV June Aster.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

19 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

21 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Tvey samdøgur á kjølinum

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Uttanlands

Saudiarabia steingir oljuleiðing eftir dronuálop

36 minuttir síðan
Tíðindi

Andrias og liðfelagarnir taptu á útivølli

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur sparkivøllur við Tvøroyrar skúla

1 tími síðan
Hondbóltur

Inga Maria skoraði og legði upp til 12 mál

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvey samdøgur á kjølinum

7 tímar síðan
Tíðindi

Putin ávarar um evropeiskar herdeildir í Ukraina

8 tímar síðan
Tíðindi

87 mál vóru skotin í føroyingauppgerðini millum Val og Fram

8 tímar síðan
Fótbóltur

Tvey føroyingalið leiktu javnt 0-0 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

9 tímar síðan
Tíðindi

Nanortalik atkvøður um at gerast sjálvstøðug kommuna aftur

9 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina fremur álop víða um í Russlandi

9 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: SV Ried megnaði javnleik móti Red Bull Salzburg

9 tímar síðan
Hondbóltur

Maria vann á sínum gomlu liðfeløgum

10 tímar síðan