Í dag ávaraði russiski forsetin, Vladimir Putin, um, at ein og hvør útvisting av møguligum evropeiskum herdeildum í Ukraina, verður roknað sum um, at deildirnar eru í kríggi móti Russlandi.
- Júst nú siga tey seg meta um, hvussu tey kunnu senda herdeildir inn í ukrainskt øki. Hetta merkir - um so er - kríggj móti Russlandi, sigur Vladimir Putin við russiskar tíðindamiðlar í dag.
Hetta vikuskiftið luttekur russiski forsetin á BRICS-toppfundi í New Dehli í India, og í dag vistu russiskir miðlar at siga, at ætlanin hjá Vladimir Putin er at vera í India næstu tríggjar dagarnar.
BRICS er eitt samstarv millum ríkisleiðarar úr Russlandi, Kina, India, Brasilia og Suðurafrika, og her eru eisini onnur lond við, sum eitt nú Egyptaland og Sameindu Arabisku Emiratini, umframt fleiri onnur lond.
Sum skilst, er væntandi, at millum høvuðsevnini á BRICS-toppfundinum verða kríggini í Ukraina og Miðeystri.
Vit kunnu leggja aftrat, at hetta eru undrunarverdar útsagnir hjá russiska forsetanum, sum hevur havt fleiri túsund hermenn úr Norðurkorea at hjálpa sær í krígnum móti Ukraina.