info
Ongi úrslit

VIDEO: SV Ried megnaði javnleik móti Red Bull Salzburg

Heri Á. Simonsen
1 tími síðan

Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SV Ried høvdu fína vitjan í kvøld í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini.

Toppliðið, Red Bull Salzburg var á vitjan á Innviertel Arena í Ried. Frammanfyri 6.041 áskoðarum knógvaðu Samuel og liðfelagarnir javnleik 1-1 móti Salzburg, ið kann staðfestast at vera eitt gott úrslit hjá undirtippaða heimaliðnum.

Leingi sá tað út til, at dysturin fór at enda við javnleiki 0-0, men móti dystarenda funnu liðini fýrverkið fram. Klokkan vísti 84 minuttir, tá Karim Konaté við einum hørðum og væl plasseraðum skoti legði Salzburg á odda 1-0. Tað gingu bert tveir minuttir, so svaraði Ried aftur við góðum hornasparki, ið Philipp Pomer stútaði í netið.

Ried er nummar átta í deildini við fimm stigum fyri seks dystir. LASK Linz er fremst í deildini við 15 stigum, og Red Bull Salzburg er næstfremst við 14 stigum.

Sunnudagin 20. september hevur SV Ried aftur dyst á heimavølli. Tá kemur Wolfsberger AC á vitjan.

HER ber til frá SkySports Austria at síggja hæddarpunktini frá dystinum SV Ried-Red Bull Salzburg 1-1 (0-0). Samuel sæst við nummar 28 á rygginum.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

10 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

12 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

16 tímar síðan

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

12 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Putin ávarar um evropeiskar herdeildir í Ukraina

2 minuttir síðan
Tíðindi

87 mál vóru skotin í føroyingauppgerðini millum Val og Fram

7 minuttir síðan
Fótbóltur

Tvey føroyingalið leiktu javnt 0-0 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

32 minuttir síðan
Tíðindi

Nanortalik atkvøður um at gerast sjálvstøðug kommuna aftur

48 minuttir síðan
Tíðindi

Ukraina fremur álop víða um í Russlandi

55 minuttir síðan
Hondbóltur

Maria vann á sínum gomlu liðfeløgum

1 tími síðan
Tíðindi

Snyrilsmálið noyðir Danmark at hyggja at sær sjálvum í speglinum

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian og liðfelagarnir taptu í Parkini

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var toppskjútti tá Aarhus vann fyrsta sigurin

2 tímar síðan
Tíðindi

Borgarligar flokkar í Svøríki trúgva upp á vend í valstríðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Leitisstein steðgar virkseminum – starvsfólkini send til hús

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mjällby tryggjaði sær týdningarmikið stig í Göteborg

2 tímar síðan