Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld.
Oddaliðið, Vejle við Gunnari Vatnhamar við frá dystarbyrjan leikti javnt 0-0 á útivølli móti Hobro.
Vejle eru ósigraðir í átta teimum fyrstu dystunum í kappingini, og teir eru fremst við 18 stigum.
Nýkomni Gunnar Vatnhamar fær góðan karakter fyri leikliga avrikið. Sofascore gevur honum karakterin: 7,4, og frá Soccerstand fær Gunnar karakterin: 7,1 (av 10 møguligum).
Ari Olsen spældi allan dystin, og Árni Nóa Atlason kom á vøllin í 63. minutti, tá Vendsyssel FF eisini leikti javnt 0-0 móti Aarhus Fremad í Hjørring.
Vendsyssel er nummar sjey í deildini við níggju stigum. Teir hava tvey stig upp til AaB, sum hevur 11 stig á sera týðandi sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Soccerstand hevur Ara sum besta leikaran hjá Vendsyssel í kvøld. Frá Socerstand fær Ari karakterin: 7,8, og frá Sofascore fær hann karakterin: 7,6. Árni Nóa fær karakterin: 6,5 frá báðum.
Í morgin klokkan 12 spæla Poul Kallsberg og liðfelagarnir í Hillerød dyst á heimavølli móti AB.