Fríggjakvøldið var føroyingauppgerð í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Í høllini á Hlíðarenda tóku Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali móti Dánjali Ragnarssyni og liðfeløgum hansara í Fram.
Heili 87 mál vóru skotin í dystinum, ið Fram vann 47-40. Í steðginum var Fram á odda 21-18.
Bjarni skoraði trý mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál. Í seinna hálvleiki mátti Bjarni av vøllinum við einum trælæri. Gunnar Róbertsson skoraði heili 17 mál fyri Val, og var kosin at vera besti leikarin.
Hjá Dánjali gekk sera væl. Dánjal skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hann legði upp til heili átta mál.
Aftaná tveir dystir hevur Fram fýra stig, meðan Valur hevur tvey stig.
Stjarnan við Jóhannes Bjørgvin og Tóka Fríðrikssyni á liðnum tapti á heimavølli 31-37 fyri Haukum, ið vóru á odda 19-11 í steðginum.
Jóhannes skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir. Tóki skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.
Aftaná tveir dystir hevur Stjarnan enn fyrsta stigið til góðar.