Eitt ynski frá næmingaráðnum í Tvøroyrar skúla er nú vorðið veruleiki.
Mikudagin varð nýggi sparkivøllurin í skúlagarðinum tikin í nýtslu. Kristin Michelsen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og fegnaðist um, at komið var á mál við verkætlanini, sum varð sett í gongd, eftir at táverandi næmingaráðið hevði borið ynskið fram.
Hann takkaði teimum, sum høvdu verið við til at fáa vøllin til veruleika, og vónaði, at hann fór at verða nógv nýttur komandi árini.
Næmingarnir kliptu snórin
Hans Henrik Strøm, sum varð liðugur í Tvøroyrar skúla í summar, segði nøkur orð vegna næmingarnar. Hann hevði sjálvur verið partur av næmingaráðnum, sum legði uppskotið fyri kommununa.
Hann fegnaðist um, at uppskotið var so væl móttikið og nú hevði ført til ein lidnan sparkivøll.
Síðan klipti Hans Henrik bandið við inngongdina í eystara enda, meðan næmingar kliptu snórin í vestara enda.
Jón Johannesen, skúlastjóri, vónaði, at ungdómurin fór at brúka vøllin nógv – eisini uttan fyri fríkorterini. Hann helt fyri, at hetta var flottasti sparkivøllur í landinum, og vónaði, at hann kundi verða byrjanin til fleiri spennandi átøk á skúlaøkinum.
Todi vann brotssparkskappingina
Fótbólturin fekk eisini sítt pláss í hátíðarhaldinum.
Skúlastjórin, sum var við á FM-liðnum hjá TB í 1987, varð boðin at taka fyrsta brotssparkið. Hans Henrik stóð í mál, men fekk ikki vart fyri skotinum.
Síðan kappaðust Óli Johannesen og Todi Jónsson í brotssparkskapping, meðan Birgir Dimon vardi málið.
Todi vann 3–0 og fekk heiðursprógv fyri avrikið. Óli fekk eisini eitt fyri annaðplássið.
Eftir hetta varð spælt á nýggja vøllinum við liðum, sum Todi og Óli høvdu valt. Tann dysturin endaði javnur. Gestirnir fingu eisini bollar og kakao.
Lokalar fyritøkur við í arbeiðinum
Nýggi sparkivøllurin er 26 metrar langur og 14 metrar breiður. Sjálvt graslíkið er latið av Idé Møblum, meðan annað arbeiði kring vøllin er gjørt við lokalum loysnum av Tvøroyri og úr Hvalba.
MTV-Byggivirki hevur staðið fyri garðinum kring vøllin, Morten Petersen hevur smíðað og málað girðingarnar, og Groth Electric hevur sett ljós upp. Bergið í Hvalba hevur gjørt netið yvir vøllinum.
Tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu hevur samskipað verkætlanina og staðið fyri ymiskum øðrum arbeiði í sambandi við hana.