Skal Nanortalik aftur hava egna kommunu?
Tann spurningin skuldu íbúgvar í býnum og fimm bygdum taka støðu til á einari vegleiðandi fólkaatkvøðu í dag 11. september.
Nanortalik kommuna varð løgd saman við øðrum kommunum í 2009 og gjørdist partur av Kommune Kujalleq.
Sambært Sermitsiaq var stórur áhugi fyri atkvøðugreiðsluni, og nógv fólk vóru møtt, tá atkvøðustaðið í Nanortalik læt upp.
Ein teirra var Augustinus Augustinussen, sum ynskir, at Nanortalik aftur verður sjálvstøðug kommuna.
Hann heldur, at gongdin í býnum hevur verið skeiv síðan samanleggingina. Millum annað vísir hann á vánaligt vegahald og saknar størri lokala ávirkan.
Við einari egnari kommunu høvdu borgararnir fingið styttri til tey fólkavaldu og aftur havt ein borgarstjóra í býnum, heldur hann.
Atkvøðugreiðslan er tó bert vegleiðandi. Ein møguligur meiriluti fyri at fara úr Kommune Kujalleq merkir tí ikki, at Nanortalik beinanvegin verður sjálvstøðug kommuna.
Tað er Inatsisartut, grønlendska tingið, sum endaliga kann broyta kommunubygnaðin. Úrslitið kann verða partur av tí víðari politiska arbeiðinum.