info
Ongi úrslit

42 prosent av útgjaldinum fara til útlendingar

Útlendingar hava fingið slakar 5,5 milliónir krónur úr fiskavirkisskipanini fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Teirra partur av ársverkunum í skipanini er vaksin úr 13 prosentum í 2016 upp í 44 prosent í ár.

Eirikur Lindenskov
13. oktober 2026 kl. 16:53

Ein vaksandi partur av útgjaldinum úr fiskavirkisskipanini fer til útlendingar. Fyrstu níggju mánaðirnar í 2026 var parturin 42 prosent, samanborið við 10 prosent í 2016.

Tað vísir eitt svar frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, til ein skrivligan fyrispurning frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, um fiskavirkisskipanina og útlendingar.

Higartil í ár eru góðar 13 milliónir krónur goldnar úr skipanini. Av hesum eru slakar 5,5 milliónir farnar til útlendingar og 7,6 milliónir til danskar ríkisborgarar, sum eisini fevna um føroyingar.

Í 2025 fingu útlendingar knappar 5,4 milliónir krónur úr skipanini. Tað svaraði til 37 prosent av samlaða útgjaldinum. Í 2024 var parturin 40 prosent.

Útlendingar fylla eisini alsamt meira í ársverkunum í fiskavirkisskipanini. Í 2016 vóru 170 av teimum 1.301 ársverkunum knýtt at útlendingum, svarandi til 13 prosent. Í 2025 var talið 534 ársverk og parturin 40 prosent.

Fyri umleið fyrstu níggju mánaðirnar í ár eru 454 av tilsamans 1.023 ársverkum knýtt at útlendingum. Tað svarar til 44 prosent.

ALS ger vart við, at hetta eru ársverk og ikki tal á persónum. Av tí at útskifting er í skipanini, eru arbeiðstímarnir umroknaðir til ársverk við 1.824 arbeiðstímum um árið.

Í uppgerðini verða útlendingar skilmarkaðir sum persónar, ið sambært landsfólkayvirlitinum ikki eru ríkisborgarar í danska kongaríkinum. Ikki verður skilt millum fólk við tíðaravmarkaðum arbeiðsloyvi, varandi uppihaldsloyvi ella øðrum uppihaldsloyvum.Samlað eru góðar 45 milliónir krónur goldnar útlendingum úr fiskavirkisskipanini frá 2016 til september í ár. Samlaða útgjaldið í tíðarskeiðinum er slakar 205 milliónir krónur.

Eftirløn og arbeiðsmarknaðargjøld eru ikki við í upphæddunum. Veruligu útreiðslurnar eru tí nakað hægri, verður upplýst í svarinum.

Kelda: Svar frá Margit Stórá, dagfest 13. oktober 2026, til § 52a-fyrispurning nr. 52-060/2026.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

11 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

16 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lítlifløttur á Strondum hátíðarheldur 20 ára dag

4 minuttir síðan
Tíðindi

Sýslumenn á fund um at taka løgregluna undir føroyskt ræði

14 minuttir síðan
Lesarabrøv

Tøkni eigur at stuðla undir okkara menning

38 minuttir síðan
Lýsingagrein

Takið kann lækka elrokningina

49 minuttir síðan
Tíðindi

Tólv bilførarar tiknir við fartelefon

1 tími síðan
Tíðindi

Funnu ikki út av hvaðani oljan stavaði

2 tímar síðan
Tíðindi

Sami maður skuld­sett­ur fyri handils­stuld­ur tvær ferðir

2 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: USA hev­ur lop­ið á iranska oyggj í Hor­muz­sundi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: FSF tíðindafundur

9 tímar síðan
Tíðindi

Hægstirættur vísir aftur kravi frá Trump um 20.000 brævatkvøður

10 tímar síðan
Tíðindi

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

11 tímar síðan
Tíðindi

Før­oya­r skulu hava veru­liga á­virk­an á verju­polit­isk­ar avgerðir

11 tímar síðan