14. januar eru 50 ár liðin síðani Margreta drotning setti seg á trúnuna. Í hesum sambandi kemur Tjóðbankin við nýggjum minnismyntum í trimum útgávum.
Tað skriva bæði kongshúsið og og Tjóðbankin í tíðindaskrivi í dag.
– Í Danmark er long siðvenja at koma við minnismyntum til serlig høvi í kongshúsinum.
– Tí verður 50 ára hátíðarhaldið hjá drotningini 14. januar 2022 hildið við nýggjum minnismyntum, skrivar Tjóðbankin.
Á forsíðuni á myntunum er ein nýggj vangamynd av drotningini, sum myndahøggarin Kathtine S. Moseholm, hevur gjørt. Vangamyndin er í profili móti høgru. Íblásturin er úr einum pappírsklippi og hevur røtur í minimalistiska høgmyndasiðinum.
Leiðandi sniðgevin hjá Tjóðbankanum, Jeanette Skov Jensen, hevur gjørt motivið á baksíðuni, sum er eitt mynstur gjørt úr talinum 50 til høvið.
Minnismynturin kemur út í trimum útgávum: ein 500-krónu silvurmyntur, ein 20-króna til vanliga nýtslu og ein 20-króna, har motivið er serliga skarpt.
Myntirnir kunnu frá 14. januar 2022 keypast í Det Kongelige Mønts webshop.
Stórir partar av hátíðarhaldinum í sambandi við 50 ára haldið hjá drotningini eru útsettir 10. og 11. september vegna koronustøðuna í Danmark.
Á degnum fyri hátíðarhaldið verða ávís tiltøk kortini á skránni.
Tað snýr seg millum annað um luttøkuna hjá drotningini í statsráðnum og markeringin hjá Fólkatinginum av degnum. Eisini verður kransur lagdur á grøvina hjá Fríðriki 9. og Ingrid drotning í Roskilde Domkirke.
/ritzau/
50 ára hátíðarhald við nýggjum mynti 50 ára hátíðarhald við nýggjum mynti
Tjóðbankin kemur við nýggjum minnismyntum fyri at hátíðarhalda 50 ára stjórnartíðina hjá drotningini 14. januar
Tjóðbankin gevur út minnismyntir 14. januar í trimum útgávum í sambandi við 50 ára hátíðarhaldið hjá drotningini. (Arkivfoto). - Foto: Danmarks Nationalbank/Ritzau Scanpix
Eirikur Lindenskov
11. januar 2022 kl. 16:58
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Løgmaður: Vit standa saman við íslendsku tjóðini í sorgini
20 minuttir síðan
Hondbóltur
Champions League: Hákun vann og Óli tapti
35 minuttir síðan
Tíðindi
Les Sosialin og fá atgongd til alt blaðsavnið fyri 40 krónur
39 minuttir síðan
Tíðindi
Vinnarin av First Lego League kappast í Danmark
50 minuttir síðan
Fótbóltur
Golden League: Stórtap við nøkrum góðum avrikum
1 tími síðan
Tíðindi
Varastjóri við læknafakligari bakgrund settur í Sjúkrahúsverkinum
1 tími síðan
Fótbóltur
VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum
1 tími síðan
Tíðindi
Tvær markantar røddir í danska útlendingakjakinum til Føroya
1 tími síðan
Tíðindi
Leirvíkartunnilin stongdur í nátt.
1 tími síðan
Tíðindi
Koyrilíkindini: Upp í 36 m/s
2 tímar síðan
Tíðindi
Íslendingar vilja hava nýggja alilóg samtykta í vetur
2 tímar síðan
Tíðindi
Brot á fiskivinnulóggávu: Trý framvegis varðhaldsfongslað
3 tímar síðan