info
Ongi úrslit
Fiskamóttøkan Havøysund Fisk var eitt av støðunum, har norska løgreglan gjørdi húsarannsókn. Mynd: Havøysund Fisk

Brot á fiskivinnulóggávu: Trý framvegis varðhaldsfongslað

Tey skuldsettu hava framvegis ikki fingið innlit í skjalatilfarið, sum løgreglan hevur í málinum - hvørki tey, sum eru framvegis eru varðhaldsfongslað ella tey, sum eru leyslatin

Vilmund Jacobsen
26. november 2026 kl. 19:12

Norska Økokrim hevur fingið viðhald í rættinum um at leingja varðhaldsfongslingina av trimum fólkum í stóra málinum um brot á norsku fiskivinnulóggávuna.

Trý onnur, sum eisini hava sitið varðhaldsfongslað, vórðu leyslatin í gjár.

Økokrim sigur í tíðindaskrivi, sum eitt nú Kystmagasinet endurgevur, at tey hava kravt varðhaldsfongslingina longda í tvær vikur aftrat við bræva- og vitjanarbanni.

Hesum hevur rætturin gingið á møti.

– Við atliti til kanningararbeiðið kunnu vit ikki geva fleiri upplýsingar um málið. Hetta er tíðliga í kanningini, og vit savna framvegis upplýsingar.

Tað sigur Elisabeth Harbo-Lervik, advokatur hjá Økokrim.

Tey skuldsettu hava framvegis ikki fingið innlit í skjølini, sum løgreglan hevur í málinum.

Tað merkir, veit Kystmagasinet at siga, at tey skuldsettu – bæði tey, sum sita fongslað og tey, sum eru leyslatin, framvegis ikki hava fingið innlit í skjalatilfarið.

Verjarnir hjá teimum hava fingið innlit í tann mun, teir hava ynskt tað, men hetta er undir tagnarskyldu.

– Miðlarnir og almenningurin kunnu av somu orsøk heldur ikki fáa fleiri upplýsingar um málið í løtuni, skrivar norska løgreglan.

Málið tók dik á seg síðst í oktober, tá norska løgreglan framdi eitt umfatandi átak ímóti fleiri virkjum hjá Myre Fiskemottak.

Tá vórðu heili 30 fólk handtikin og 20 feløg skuldsett.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Elsa Berg váttar: Javn­að­ar­flokk­ur­in koyrdur á dyr

33 minuttir síðan
Tíðindi

Lúka brotnaði – 19 minuttir seinni var Jökull sokkin

1 tími síðan
Tíðindi

Sjey fóru av fundi tá bý­ráð­ið skuldi taka støðu til gegn­ið hjá Bergi

1 tími síðan
Tíðindi

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

1 tími síðan
Tíðindi

Vága kommuna samtykt fíggjarætlanina fyri 2027

1 tími síðan
Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

2 tímar síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

2 tímar síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

2 tímar síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

2 tímar síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

3 tímar síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

4 tímar síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

4 tímar síðan