info
Ongi úrslit

Tvær markant­ar rødd­ir í danska út­lend­inga­kjaki­num til Føroya

Týskvøldið 1. desember skipar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fyri einum almennum tiltaki um útlendingapolitikk.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 20:42

Tíðindaskriv:

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur skrivað eitt rit við 11 uppskotum til dagføringar á føroyska útlendingaøkinum, sum verður lagt fram á tiltakinum.

Í hesum sambandi koma Halime Oguz og Yaqoub Ali til Føroya. Tey eru bæði markantar røddir í danska útlendingakjakinum og fara í einum práti við Sjúrð Skaale at greiða frá sínum persónligu royndum og sjónarmiðum.

Halime Oguz er fyrrverandi fólkatingslimur, rithøvundur og samfelagskjakari. Hon er uppvaksin í Vollsmose í Odense og hevur í nógv ár verið virkin í danska kjakinum um integratión, javnstøðu og negativt sosialt eftirlit.

Yaqoub Ali er rithøvundur og fyrilestrarhaldari. Hann hevur eina fortíð í bandaumhvørvinum og islamistiskum umhvørvum í Danmark. Í dag brúkar hann sínar persónligu royndir til at varpa ljós á integratión, ekstremismu og radikalisering.

Umframt at greiða frá egnum royndum fara Halime Oguz og Yaqoub Ali at viðmerkja tey 11 uppskotini, sum verða løgd fram á tiltakinum.

Tiltakið verður týskvøldið 1. desember kl. 19.00 á Hilton Garden Inn í Havn.

Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru vælkomin.

 

// Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Varastjóri við læknafakligari bakgrund settur í Sjúkrahúsverkinum

0 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum

10 minuttir síðan
Tíðindi

Leirvíkartunnilin stongdur í nátt.

30 minuttir síðan
Tíðindi

Koyrilíkindini: Upp í 36 m/s

1 tími síðan
Tíðindi

Íslendingar vilja hava nýggja ali­lóg sam­tykta í vetur

1 tími síðan
Tíðindi

Brot á fiskivinnulóggávu: Trý framvegis varðhaldsfongslað

1 tími síðan
Tíðindi

Elsa Berg váttar: Javn­að­ar­flokk­ur­in koyrdur á dyr

2 tímar síðan
Tíðindi

Lúka brotnaði – 19 minuttir seinni var Jökull sokkin

3 tímar síðan
Tíðindi

Sjey fóru av fundi tá bý­ráð­ið skuldi taka støðu til gegn­ið hjá Bergi

3 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

3 tímar síðan
Tíðindi

Vága kommuna samtykt fíggjarætlanina fyri 2027

3 tímar síðan
Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

4 tímar síðan