Íslendska stjórnin ætlar nú at seta ferð á arbeiðið við nýggju alilógini, sum hevur verið til viðgerðar í longri tíð.
Tað segði íslendski uttanríkisráðharrin og forkvinna í stjórnarflokkinum Viðreisn, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, á einum almennum fundi á Ísafirði leygardagin.
Sambært íslendska miðlinum Bæjarins besta segði ráðharrin, at tað var skaðiligt, at uppskotið til nýggja alilóg ikki varð samtykt í seinastu tingsetu.
Hon gjørdi greitt, at stjórnin nú ætlar at fáa málið avgreitt í vetur.
Verður tað ikki gjørt, verður lógin eftir hennara meting neyvan samtykt í hesum valskeiðinum.
Vil hava semju í alivinnuni
Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir legði samstundis dent á, at tað hevur týdning at fáa semju í alivinnuni um lógaruppskotið.
Ísland hevur seinastu árini havt stóran vøkstur í laksaaling, men samstundis hevur verið nógv kjak um framtíðina hjá sjóalingini.
Serliga hevur mótstøðan móti aling í opnum aliringum verið stór í ávísum økjum.
Ávarar móti útlendskari mótstøðu
Á fundinum á Ísafirði ávaraði uttanríkisráðharrin eisini um, at íslendska fyrisitingin má vera fyrireikað upp á stórt trýst frá mótstøðufólkum hjá sjóalingini.
Hon nevndi millum annað útlendskar stórfyritøkur sum Patagonia, sum hava verið virknar í mótstøðuni móti aling í opnum aliringum.
Sambært ráðharranum er neyðugt, at myndugleikarnir eru fyrireikaðir upp á átøk, sum kunnu hava til endamáls at tarna fyrisitingarligu viðgerðini av alivinnumálum.
Enn er tó óvist, hvussu endaliga lógaruppskotið fer at síggja út, og hvørjar broytingar verða gjørdar, áðrenn tað verður lagt fyri íslendska Altingið til endaliga viðgerð.
Kelda: Morgunblaðið og Bæjarins besta.