Við ársbyrjan vóru 2.941 elriknir persónbilar skrásettir í Føroyum. Nú eru teir 3.474.
Tað vísa uppgerðir hjá Akstovuni við støðuni ávikavist 1. januar og 1. november 2026.
Vøksturin er 533 elbilar, svarandi til 18,1 prosent. Longu eftir tíggju mánaðir er talvøksturin sostatt størri enn í øllum 2025, tá ið elbilarnir gjørdust 526 fleiri.
Elbilarnir eru nú 12,2 prosent av øllum skrásettum persónbilum. Við ársbyrjan var parturin 10,5 prosent.
Samstundis eru vanligu bensinbilarnir vorðnir 263 færri og vanligu dieselbilarnir 219 færri. Samanlagt eru hesir báðir bólkarnir minkaðir við 482 bilum.
Hybridbilarnir verða taldir fyri seg í uppgerðini.
Samlaði persónbilaflotin er vaksin úr 28.133 upp í 28.586 bilar. Tað eru 453 fleiri, svarandi til 1,6 prosent.
Tølini vísa broytingina í samlaða skrásetta flotanum. Tey eru sostatt ikki ein uppgerð av, hvussu nógvir nýggir elbilar eru seldir í ár.