info
Ongi úrslit

772 milliónir fleiri útgoldnar í lønum

Útgoldnu lønirnar vuksu 5,7 prosent seinastu 12 mánaðirnar. Botnfiskiveiðan átti nærum ein triðing av vøkstrinum.

Eirikur Lindenskov
15. oktober 2026 kl. 13:29

Frá oktober í fjør til september í ár vórðu 14,2 milliardir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum. Tað eru 772 milliónir meira enn undanfarna 12 mánaðarskeið, vísa nýggj tøl hjá Hagstovu Føroya.

Serliga botnfiskiveiðan dró samlaðu lønarútgjaldingarnar uppeftir. Í botnfiskiveiðu vuksu tær 188 milliónir krónur, meðan vøksturin í botnfiskiveiðu við virking umborð var 63 milliónir. Tilsamans svarar tað til 32 prosent av samlaða vøkstrinum.

Hinvegin minkaðu lønarútgjaldingarnar í uppsjóvarveiðu 64 milliónir krónur, ella 10,4 prosent. Í aling var afturgongdin 12 milliónir krónur.

Menn fingu 62 prosent av øllum útgoldnu lønunum og áttu 68 prosent av vøkstrinum. Samlaðu lønarútgjaldingarnar til menn vuksu 6,4 prosent og til kvinnur 4,7 prosent.

Vøksturin var størri hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, har hann var sjey prosent. Undir almennum ræði var vøksturin 3,9 prosent.

Landafrøðiliga var størsti vøksturin hjá fólki búsitandi í Sandoyar øki, har lønarútgjaldingarnar vuksu 13 prosent. Norðurstreymoyar øki hevði minsta vøksturin við trimum prosentum.

Kelda: Hagstova Føroya.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

6 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

17 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hjólini eru farin út av vegkantinum

7 minuttir síðan
Tíðindi

33 skúlanæmingar deyðir í Pakistan

44 minuttir síðan
Tíðindi

Fara at savna føroyskar røður

55 minuttir síðan
Tíðindi

Ríkisdagurin vrakaði Magdalenu Andersson

1 tími síðan
Tíðindi

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

1 tími síðan
Tíðindi

Vestmenningar og hvalbingar keypt Biritu

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tilnevning av Jenis av Rana til Nobelvirðisløn

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Frá einari toppstýring til eina aðra toppstýring?

2 tímar síðan
Tíðindi

Ymisk viður­skifti gera at færri ung­tosk­ar yvir­liva

2 tímar síðan
Tíðindi

Oslo: Prísvøksturin á íbúðum er steðgaður

3 tímar síðan
Tíðindi

Virðislønir verða handaðar í Messuni í Sørvági

3 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í tangaskipi í Svartahavinum

4 tímar síðan