Eftir fleiri ár við stórum prísvøkstri á íbúðum, er prísvøksturin í Oslo-økinum í Noregi nú steðgaður.
Tað veit norska kringvarpið - NRK - at siga, og heimasíðan endurgevur miðilin, E24.
Seinastu tíðina hevur tað tikið næstan 40 dagar at selja eina íbúð í Oslo, veit DNB Eiendom í Noregi at siga.
- Soleiðis hevur tað ikki verið síðan fíggjarkreppuna í 2008, verður lagt aftrat.
Seljarar í norska høvuðsstaðnum mugu tískil vænta, at sølutíðin á íbúðum verður long - í øllum førum, um tað skal fáast fyri íbúðina, sum seljarar ynskja sær.
E24 heldur, at fyri tey, sum ætla at keypar sær eina íbúð í Oslo nú, er tíðin júst hin rætta.