- Heitari sjógvur ger, at færri ungtoskar yvirliva.
Hetta er ein av niðurstøðunum, sum norskir havgranskarar eru komnir eftir.
Hugt hevur verið eftir, hví minni gýtingarfiskur - ella skreifiskur, sum norðmenn rópa hann - fæst í vertíðini um várið.
Granskarar siga, at hóast gýtingin er í lagi, yvirlivir avkomið ikki, og orsøkin er ein blandingur av ymiskum viðurskiftum.
- Tað er ikki bara øktur sjóvarhiti, sum ger tað trupult hjá toskinum at fáa sítt avkom undan, sigur norski Havgranskingarstovnurin.
Lagt verður aftrat, at fiskiskapur og økt kanibalisma í toskastovninum eisini er millum orsøkirnar, sum gera, at toskayngul ikki í nóg stóran mun kemur undan.
Um norska orðið "skreitorsk" ella bara "skei" verður sagt, at hetta er ein serligur toskastovnur, sum livir í Barentshavinum.
Hvønn vetur og vár - frá januar til apríl - svimur toskurin fleiri enn 1000 kilometrar til norsku strondina, serliga kring Lofoten og Vesterålen, at gýta.
Navnið "skrei" kemur úr fornnonskum, sum merkir at "skríða" ella "vandra", tí hesin toskurin gongur so langa leið.