info
Ongi úrslit

Vestmenningar og hvalbingar keypt Biritu

Birita er ikki eitt gamalt skip í føroyska flotanum. Tað kom á Havnina í november í 2021. Skipið kallaðist tá Havfisk og var keypt úr Noregi

Vilmund Jacobsen
15. oktober 2026 kl. 12:37

- Sum skilst er partafelagið, Gráastein Sp/f, sum eigur uppsjóvarskipið Biritu TN 132, selt. Keypsprísurin er onkunstaðni millum 250 og 300 milliónir krónur, frættist.

Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag í dag.

- Keypararnir eru eitt felag aftanfyri uppsjóvarskipið, Vestmenning, sum fer at eiga 40 prosent og eitt felag aftanfyri uppsjóvarskipið Arctic Voyager í Hvalba, sum fer at eiga 60 prosent.

Heimasíðan vísir á, at Birita er ikki eitt gamalt skip í føroyska flotanum. Tað kom á Havnina í november í 2021. Skipið kallaðist tá Havfisk og var keypt úr Noregi.

- Í november í 2025 var ætlan at selja Biritu. Tá skrivaði Frihedsbrevet, at trý reiðarí høvdu ætlanir at bjóðað 258 milliónir krónur, men hetta kom ikki so langt.

Heimasíðan veit at siga, at herfyri var ætlanin, at Gráastein Sp/f skuldi uppí eitt stórreiðari.

- Kappingareftirlitið hevði tá góðkent, at Ango, Gráastein og helvtin av felagnum Kinnfelli, sum nú eitur smápartafelagið 7. mai 2026, skuldu leggja saman í eitt felag.

Lagt verður aftrat, at fyri Gráastein Sp/f bleiv hetta av ongum.

- Eftir tí, sum frættist, er framhaldið av søguni, at Gráastein Sp/f, sum eigur Biritu, nú er selt til tvey feløg, eitt í Vestmanna og eitt í Hvalba, skrivar heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

6 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

17 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hjólini eru farin út av vegkantinum

7 minuttir síðan
Tíðindi

33 skúlanæmingar deyðir í Pakistan

44 minuttir síðan
Tíðindi

Fara at savna føroyskar røður

55 minuttir síðan
Tíðindi

772 milliónir fleiri útgoldnar í lønum

1 tími síðan
Tíðindi

Ríkisdagurin vrakaði Magdalenu Andersson

1 tími síðan
Tíðindi

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tilnevning av Jenis av Rana til Nobelvirðisløn

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Frá einari toppstýring til eina aðra toppstýring?

2 tímar síðan
Tíðindi

Ymisk viður­skifti gera at færri ung­tosk­ar yvir­liva

2 tímar síðan
Tíðindi

Oslo: Prísvøksturin á íbúðum er steðgaður

3 tímar síðan
Tíðindi

Virðislønir verða handaðar í Messuni í Sørvági

3 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í tangaskipi í Svartahavinum

4 tímar síðan