Stjórnarsemjan í Svøríki er framvegis ógreið, eftir at Ríkisdagurin í dag vrakaði Magdalenu Andersson sum forsætisráðfrú.
Atkvøðugreiðslan var tann fyrsta um forsætisráðharrasessin eftir valið 13. september. Uppskotið var, at Javnaðarflokkurin skuldi skipa stjórn einsamallur, men eingin av hinum flokkunum tók undir við tí.
Úrslitið var væntað. Fleiri flokkar høvdu frammanundan boðað frá, at teir fóru at atkvøða nei.
– Hetta er heilt sum væntað. Vit eru í eini torgreiddari støðu í svenska Ríkisdegnum eftir valið, við fleiri møguligum loysnum bæði til vinstru, á miðjuni og til høgru, sigur Magdalena Andersson sambært Ritzau/TT.
Hon væntar, at fleiri atkvøðugreiðslur skulu til, áðrenn ein nýggj stjórn er komin upp á pláss.
Ósemja millum møguligar samstarvsflokkar
Vänsterpartiet, Miljöpartiet og Centerpartiet verða mett sum mest uppløgdu samstarvsflokkarnir hjá Javnaðarflokkinum. Men krøvini hjá flokkunum gera samráðingarnar torførar.
Samuel Gonzalez Westling, ríkisdagslimur fyri Vänsterpartiet, sigur, at flokkurin bara kann taka undir við eini stjórn, sum hann sjálvur er við í.
Centerpartiet vil hinvegin hvørki samstarva við Vänsterpartiet ella sita í stjórn saman við flokkinum.
Centerpartiet metir Andersson vera mest sannlíka forsætisráðfrúu og útilokar ikki at lata Javnaðarflokkin skipa stjórn einsamallar. Kortini atkvøddi flokkurin nei í dag.
– Fortreytirnar eru ikki til staðar fyri atkvøðugreiðsluna í dag, sigur Daniel Backström, tingbólkaformaður hjá Centerpartiet.
Kristersson kann fáa næstu royndina
Nú skal ríkisdagsformaðurin, Andreas Norlén, aftur hitta floksleiðararnar og finna næsta persónin, sum skal royna at skipa stjórn.
Hann hevur áður í vikuni givið ábendingar um, at uppgávan kann fara til sitandi forsætisráðharran, Ulf Kristersson úr Moderaterna.
– Tað er natúrligt, at tann, sum stendur á odda fyri næststørsta flokkinum, fær uppgávuna, segði Norlén.
Teir reyðgrønu flokkarnir fingu ein tepran meiriluta á valinum. Ríkisdagurin kann vraka fýra uppskot til forsætisráðharra ella -frú, áðrenn nýval skal skrivast út.
Kelda: Ritzau/TT.