info
Ongi úrslit

Virðislønir verða handaðar í Messuni í Sørvági

- Øll eru hjartaliga vælkomin at verða við til hátíðarløtuna, og atgongdin er ókeypis, verður sagt í Sørvágs kommunu í dag

Vilmund Jacobsen
15. oktober 2026 kl. 10:36

Mentanarvirðislønir landsins verða í ár handaðar í Messuni í Sørvági, og hetta verður fríggjakvøldið hin 23. oktober klokkan 20.

Við virðislønunum verða listafólk og mentafólk heiðrað fyri serlig listarlig avrik og fyri teirra íkast til at menna og varðveita mentanarlig virði, ið hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Tað verður Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum fer at standa fyri handanini.

Tríggjar virðislønir verða latnar umframt sømdargáva landsins:

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur. Virðislønin verður latin føroyskum mentafólki sum viðurkenning og tøkk fyri eitt serligt listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur. Heiðursgávan verður latin persónum, ið hava gjørt eitt týðandi arbeiði fyri at styrkja og fremja mentanarlig virði innan føroyska mentan, list og mentanararv.

Virðisløn til Ungt listafólk er 50.000 krónur. Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, sum hevur sýnt serlig listarlig evni og longu hevur gjørt vart við seg á sínum listaøki.

Endamálið við virðislønini er at viðurkenna og stuðla ungum listafólki og eggja teimum til framhaldandi listarliga menning og virksemi.

Sømdargáva landsins verður latin listafólki, sum hevur útint týðandi listarlig avrik og givið eitt virðismikið íkast til føroyskt lista- og mentanarlív. Sømdargávan er ein árlig upphædd á 20.000 krónur, sum verður latin listafólkinum so leingi, tað er á lívi.

- Handanin verður í Messuni í Sørvági, og øll eru hjartaliga vælkomin at verða við til hátíðarløtuna. Atgongdin er ókeypis, verður sagt í Sørvágs kommunu í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

3 tímar síðan

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

23 tímar síðan

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Oslo: Prísvøksturin á íbúðum er steðgaður

6 minuttir síðan
Tíðindi

Eldur í tangaskipi í Svartahavinum

1 tími síðan
Tíðindi

Politistøðin í Klaksvík stongd eftir stóran vatnskaða

2 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League dystir hjá Óla og Jóhan beinleiðis á TV3

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fekk 51 fráboðanir í storminum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina tekur álopini á russisk oljureinsiverk uppaftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Aftur í nátt eru fleiri sivilfólk dripin í Ukraina

3 tímar síðan
Tíðindi

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Fyrstu kappingarmálini hjá Aron fyri Hearts

5 tímar síðan
Tíðindi

Satira í fleiri løgum

11 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Pauli Mohr nýggjur stjóri í Demich

11 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj kennir seg sviknan av Trump

11 tímar síðan