Tað var ein samd dómsnevnd, sum valdi Ress spa at vera árins vinnuátak.
Grundgevingarnar fyri at lata Ress spa, sum er partur av Hotel Føroyum, virðislønina er at stigtakararnir hava skapað nakað serligt, sum fólk ferðast langt fyri at royna, og hava sæð møguleikar í einum náttúrligum umhvørvi.
Sússanna í Stórustovu, leiðari í Ress spa og Johannes Jensen stjóri í Gist&vist tóku ímóti heiðurslønini