Ein av kendastu íleggjarunum í heiminum, Warren Buffett, gevst nú sum nevndarformaður í amerikanska íløgusamtakinum Berkshire Hathaway.
Tað boðar felagið frá sambært Reuters.
71 ára gamli sonur hansara, Howard Buffett, tekur við sum nevndarformaður.
– Tíðin vinnur altíð. Hon hevur tó verið gávumild við meg, skrivar Warren Buffett í einum brævi til partaeigararnar.
Buffett legði fyrr í ár frá sær sum stjóri í Berkshire Hathaway. Tá tók Greg Abel, sum í nógv ár hevur verið ein av hansara nærmastu leiðarum, við stjórastarvinum.
Gjørdi tekstilvirki til risastórt samtak
Warren Buffett keypti seg inn í Berkshire Hathaway í 1962 og gjørdist meirilutaeigari í 1965. Tá var felagið eitt tekstilvirki í trupulleikum.
Buffett hevur seinni rópt íløguna sína býttastu partabrævshandil nakrantíð, men undir hansara leiðslu varð Berkshire Hathaway umskapað til eitt av størstu vinnusamtøkunum í heiminum.
Felagið eigur í dag eina langa røð av fyritøkum og stórar partabrævaognir. Marknaðarvirðið er meira enn ein billión dollarar, og Berkshire Hathaway er sambært Ritzau í dag 14. mest virðismikla felag í heiminum.
Buffett eigur 38 prosent av Berkshire Hathaway og telist millum tíggju ríkastu fólk í heiminum. Forbes metir persónligu ogn hansara til 149 milliardir dollarar, svarandi til umleið 970 milliardir krónur.
Greg Abel sigur, at leiðsluskiftið ikki fer at broyta grundleggjandi virðini í felagnum.
– Mentanin, sum Warren hevur bygt upp, og virðini, sum hann hevur vart, verða framvegis kjarnin í Berkshire, sigur hann sambært Reuters.
Warren Buffett boðaði longu á vári 2025 frá, at hann ætlaði at taka seg aftur úr Berkshire Hathaway.