info
Ongi úrslit
Stórir partar av Andesfjøllunum í Coquimbo í Kili eru kavaklæddir. Í august var kavadekningurin meira enn tvífalt so stórur sum søguliga miðaltalið. Mynd: European Union, Copernicus Sentinel imagery.

Óvanliga nógv kavi í Andesfjøllunum í Kili

Kavin í Coquimbo-landslutinum í Kili fevndi í august um meira enn 10.000 ferkilometrar. Tað er meira enn tvífalt so nógv sum vanliga, og stóra kavamongdin kann fáa stóran týdning fyri vatngoymslurnar í turra økinum.

Eirikur Lindenskov
18. september 2026 kl. 15:17

Dagsins Copernicus-mynd vísir eitt sjáldsama hvítt landslag í Andesfjøllunum í Coquimbo í norðara parti av Kili.

2026 hevur verið eitt óvanliga avfallríkt ár í økinum, og serliga í juli komu stórar nøgdir av kava í hægru pørtunum av Andesfjøllunum. Hetta sæst nú týðiliga á fylgisveinamyndum.

Mátingar hjá chilenska granskingardeplinum CEAZA vísa, at miðal kavadekningurin í august var meira enn 10.000 ferkilometrar. Til samanberingar var miðaltalið fyri august í árunum 2002–2025 umleið 5.000 ferkilometrar. Kavadekningurin var sostatt meira enn tvífalt so stórur sum søguliga miðaltalið.

Kavin er ein stór vatngoymsla

Stóra kavakápan hevur serligan týdning í Coquimbo, sum er eitt turt øki. Kavin í Andesfjøllunum virkar sum ein náttúrlig vatngoymsla: tá várið og summarið koma á sunnaru hálvkúlu, tiðnar kavin og veitir vatn til áir, landbúnað og vatngoymslur.

Granskararnir ávara tó ímóti at seta líkheitstekin millum stórt kavaøki og eina ávísa nøgd av vatni. Fylgisveinamyndirnar vísa, hvussu stórt øki er kavaklætt, men siga ikki í sjálvum sær, hvussu djúpur ella tættur kavin er.

Kortini eru útlitini nógv betri enn undanfarin ár. CEAZA væntar, at áirnar kunnu fáa nógv størri vatnføring í komandi tiðningartíðini enn vanligt hevur verið seinasta áratíggju.

Copernicus-fylgisveinarnir verða millum annað nýttir til at fylgja við kavakápu og árstíðarbroytingum í fjallaøkjum. Slík fylgisveinagøgn gera tað møguligt at fylgja við stórum og torførum økjum, har mátingar á jørðini eru avmarkaðar.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

19 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

16 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Myndasøvn

Vinnudagurin 2026

30 minuttir síðan
Tíðindi

Setrið skaffað 2 milliónir til nýggja heilsuútbúgving

30 minuttir síðan
Tíðindi

Vegastongsul í miðbýnum vegna vegarbeiði

35 minuttir síðan
Tíðindi

Leita eftir heimsins besta varaleiðara

52 minuttir síðan
Tíðindi

Ress spa er ársins vinnuátak

1 tími síðan
Tíðindi

Warren Buffett gevst sum nevndarformaður

1 tími síðan
Tíðindi

Útgávukonsert við Stanley á Reinsríinum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Í morgin ger Fólkakirkjan ein stóran feil

3 tímar síðan
Tíðindi

Marius Ziska við bólki í Løkhøll

3 tímar síðan
Tíðindi

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

4 tímar síðan
Minningarorð

Minningarorð um Bjarnvarð í Dali

4 tímar síðan
Tíðindi

Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka

4 tímar síðan