Bussarnir skulu brúkast til at koyra fólk, sum fáa tænastu frá Almannaverkinum, og serlig krøv verða sett til innrættingina.
Pláss skal vera fyri tveimum koyristólsbrúkarum, og bussarnir skulu latast umbygdir við lyft innan aftan, sum er ætlað koyristólsbrúkarum. Eisini skal bera til at byggja bussarnar um, so tvey einkult setur kunnu vera í rað aftan.
Elbilur er fyrsta val
Í útboðstilfarinum stendur, at meginreglan er, at allir bilar hjá landinum skulu vera eldrivnir, og henni ætlar Almannaverkið at halda seg til.
Men ein fyrivarni er.
Vísir tað seg, at eingin nøktandi eldrivin bussur fæst, hevur Almannaverkið eisini áhuga í bensin- ella dieselbussum. Tí verða veitarar bidnir um at lata tilboð upp á bæði el-, bensin- og dieselbussar. Verður bensin ella diesel valt, skal bussurin hava automatisk gear.
Hetta er sostatt øðrvísi enn hitt aktuella bilútboðið hjá Almannaverkinum, har stovnurin hevur fingið undantak til beinleiðis at keypa ein bensinbil til Barnaverndarstovnar.
Skulu klára føroyskt veður
Bussarnir skulu vera av støddini H2/L2 og skulu nýtast til koyring millum bygdir í øllum veðri. Tí verður dentur lagdur á bæði motorkraft og koyrieginleikar.
Krøv eru eisini um bakkikamera og parkeringssensorar. Liturin skal helst vera neutralur, eitt nú koksgráur ella myrkagráur. Svart og hvítt kunnu eisini bjóðast, men kunnu verða mett lægri.
Prísurin telur 60 prosent í metingini av tilboðunum, meðan egnað til endamálið og góðska telja 20 prosent í part.
Almannaverkið sigur, at meginreglan er at keypa bíligasta bilin, men kann velja ein dýrari buss, um ein minni prísmunur gevur eina betri loysn við atliti at góðsku og endamáli. Stovnurin vil eisini royna bussin, áðrenn avgerð verður tikin.
Báðir bussarnir skulu latast Almannaverkinum í seinasta lagi við árslok 2026. Freistin at lata tilboð inn er mikudagin 23. september klokkan 12. Vinnarin eftir ætlan verður kunngjørdur 1. oktober.