info
Ongi úrslit

Eivør gevur nýtt staklag út

Mikudagin 15. september kl. 16 kemur fjórða staklagið av komandi fløguni hjá Eivør út. Lagið eitur “spøkilsir”, og snýr seg um okkara innaru spøkilsir, smá og stór, sum vit øll hava í okkum.

Eirikur Lindenskov
15. september 2026 kl. 21:56

Hoyr lagið her:

Í “spøkilsir" sættast vit tað ófullkomna - bæði hjá okkum sjálvum og hjá okkara medmenniskjum, og vit verða soleiðis meira fyrigevandi yvirfyri hvørjum øðrum.

Við útgávuni fylgir eitt sjónbandalag framleitt av Gwenaël Akira Helmsdal. 

“Gwenaël er ein góður vinur, og er bæði dugnaligur og hugkveikjandi at arbeiða saman við. Við hesari video framleiðsluni vildu vit skapa ein innara heim, eina endurspegling av teimum ymsu røddunum, skuggunum og kenslunum, sum liva inni í okkum.  Gwenaël fekk hugskotið til ein kassa við speglum, næstan sum eitt rúm inni í sinninum, og saman við einum ótrúligum toymi av listafólkum, sum vit eiga her heima í Føroyum, gjørdist hugskotið til veruleika,” sigur Eivør

Gwenaël leggur afturat:

“Eg vildi byggja eitt serligt rúm, har ein kroppur kundi gerast til fleiri, og speglingar kundu geva tí skap, sum er torført at siga við orðum. At finna fram til tann kensluliga sannleikan í myndum, rørslum og ljósi saman við Eivør var ein heilt serlig tilgongd.“ 

Heildarútgávn Tungl kemur út 16. oktober og í hesum sambandi hevur Eivør útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum 16. og 17. oktober. Konsertin 17. oktober er útseld, meðan tað framvegis eru tøk atgongumerkir til konsertina 16. oktober.

Leinki til tónleikaplatformar:  

https://eivor.bfan.link/spokilsir

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

10 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið

5 minuttir síðan
Tíðindi

Almannaverkið keyp­ir tveir buss­ar til koyri­stóls­brúkarar

42 minuttir síðan
Tíðindi

Talvlandsliðið komið til Usbekistan

47 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Anniku hevur fingið eina haltandi byrjan

1 tími síðan
Tíðindi

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

2 tímar síðan
Fótbóltur

André Olsen hevur tikið út U19-landsliðshópin

2 tímar síðan
Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin var millum toppskjúttarnar hjá CSM Bukarest

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava svar um aldursmark á sosialum miðlum

3 tímar síðan
Tíðindi

Merz vil gera inntriv móti methøgum brennievnisprísum

4 tímar síðan
Tíðindi

Umhvørvisstovan, quo vadis 1 (av minst 5)

4 tímar síðan
Tíðindi

Skifta graslíki á FIFA-vøllinum í Skopun

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur Copernicus-fylgisveinur sendur út í rúmdina

5 tímar síðan