Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen í bestu pólsku hondbóltsdeildini, Gniezno hevur fingið eina haltandi byrjan.
Í trimum teimum fyrstu dystunum hevur talan verið um ein sigur og tvey tap.
Í kvøld tapti Gniezno á heimavølli 25-29 fyri Zaglebie Lubin, ið var á odda 14-9 í steðginum.
Annika bjargaði trimum av 12 málroyndum. Kappingarneytin, Aleksandra Hypka bjargaði sjey av 25 málroyndum.
oktober hevur Gniezno dyst á heimavølli móti Radom.