info
Ongi úrslit
Føroyska talvlandsliðið í Usbekistan. F.v.: Elias Petersen, Jón í Horni Nielsen, John Rødgaard, Rókur Davidsen og Luitjen Akselsson Apol.Myndatøka: Hjalti Petersen.

Talvlandsliðið komið til Usbekistan

Føroyska talvlandsliðið er á langferð heilt eysturi í Ásia.

Eirikur Lindenskov
15. september 2026 kl. 21:39

Usbekistan hýsir teimum 46. talvolympisku leikunum, sum byrja í morgin mikudagin.

Luttøkan er metstór. Í almennu røðini eru ikki færri enn 208 lond umboðað. Føroyar, sum ikki hava sterkastu manning hesaferð, eru tó styrkismettar sum nummar 107. 

Eingin av okkara sterkastu trimum telvarum – Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft – eru við á hesum sinni.

Føroyska liðið er mannað soleiðis: 

1. Luitjen Akselsson Apol (2305) 20 ár

2. IM John Rødgaard (2250) 71 ár

3. Jón í Horni Nielsen (2078) 21 ár

4. Elias Petersen (2075) 18 ár

5. Rókur Davidsen (1988) 18 ár

Hesir fimm eru á nýggjasta føroyska styrkilistanum nummar ávikavist 4, 5, 18, 19 og 27. Avboðini hava tí verið fleiri enn vant.

Nevnast kann, at Grønland verður á fyrsta sinni við á talvolympiaduni. Grønland er styrkismett nummar 201.

Byrjað verður í morgin klokkan 11 fyrrapartin. Ikki fyrr enn í morginári fæst at vita hvørjum telvast skal ímóti í fyrsta umfari.

Ellivu umfør eru, telvað verður til 27. september.

Rokalig byrjan

Aldursforsetin á føroyska liðnum, John Rødgaard, telist millum veruligu OL-veteranarnar. Hann fekk sín OL-elddóp í 1984, og kundi verið abbi at øllum hinum á føroyska liðnum.

John hevur sent okkum forvitnisliga ferðafrásøgn frá fyrsta samdøgrinum í stóra asiatiska landinum fyri eystan.

(sí ferðafrásøgn frá John Rødgaard niðanfyri).

Talvolympiada í Samarkand

Ljóðar spennandi og eksotiskt, ha?

Jújú, men...

Føroyska talvlandsliðið kekkaði inn á hotellið við floghavnina í Kastrup um tíggjutíðina sunnukvøldið. Útpurraðir á nátt. Vekjarin kimaði longu um fýratíðina. Klokkan 6:45 vóru vit á flogi. Tað er langt til Usbekistan, so vit lendu ikki í Samarkand fyrr enn um átta tíðina í gjárkvøldið.

So far, so good.

Hevði viðførið bara verið við á flogfarinum, so stóð væl til. Tað var tað tíverri ikki.

Nú gekk rúm tíð at spyrja seg fyri, áðrenn vit vórðu vístir út í ein smábuss. Í honum sótu vit so aftur og bíðaðu góða løtu, áðrenn vit vórðu koyrdir inn á gistingarhúsið. So at finna kømurini. Eg havi einmanskamar. Hevði lykilin bara riggað, stóð væl til. Tað gjørdi hann tíverri ikki. Oman aftur at fáa annan lykil. Hevði hann so bara riggað...men tað gjørdi hann heldur ikki.

Nú eru teir farnir at umvæla lásið.

Ímeðan fór eg ein túr niður á matstovuna at fáa mær ein kaffimunn. Hevði kaffimaskinan so riggað...

Nú royna teir at umvæla hana!

Mótfallin spyrji eg eftir einari øl. Havandi í huga, at 93 prosent av øllum usbekum eru muslimar, er tað ein áhugaverdur spurningur. - Vanliga selja vit ikki øl, men eg skal kanna, um vit hava bjór í húsinum, var svarið.

Hinir vóru farnir at eta, eg fór aftaná. Matarborðið rúgvaði ikki upp av nógvum, sama var í morgun og á middegi.

Tá ið eg hevði etið meg lidnan, kom tænarin við einari øl til mín. Hon smakkaði bara væl, so tveir av hinum bóðu eisini um eina. Ølin kostaði 76.000 í usbkeiskum gjaldoyra - einar 40 krónur.

Í dag skuldi alt fáast í rættlag. Fyrst kuffertini. Øll liðini hava hjálparfólk. Eitt konufólk skal ganga okkum til handa. Henni ótolnaðust vit eftir, men hon sást ongastaðni.

Í staðin máttu vit út í floghavnina aftur við passi og flogferðaseðlum. Fyrst skuldu vit skriva undir ymisk skjøl. Brádliga stóð Caruana har. 1. borð hjá USA, sum eru favorittar í OL. Hann leitaði eisini eftir viðføri. Hann visti at siga okkum, at vit skuldu inn um einar dyr, har skrivað stendur: ørindaleys onga atgongd! Men boðini vóru, at einki flogfar kemur úr Istanbul í dag, men kanska í morgin - gongst sum ætlað.

Gistingarhúsið hevði bílagt okkum hýruvognar til floghavnina. Teir kostaðu 25.000 og 28.000 í "træpeningi". Verri gekst at fáa nakran hýruvogn at koyra okkum aftur á hotellið. Bara ein var tøkur, og hann tók seg væl betaltan. Nú var prísurin brádliga fleirfaldaður.

Heimafturkomnir máttu vit straks í býin at keypa okkum klæði. Sjálvt um tað var bíligt, staðfesti Luitjen turrisliga, at nú hevði hann á fyrsta sinni keypt fyri hálva millión í klædnahandli. Vit vóru aftur á hotellinum um gott fýra tíðina. Hvussu verður nú við setanarhaldinum, varð spurt. Nær fer bussurin, hvussu við nátturða, og fáa vit stundir at brúsa okkum og lata okkum í til hátíðarhaldið? 

Tað visti hjálparfólkið, og tað kundi hon kunnað okkum um, hevði hon bara verið har. Nú gitti eg fráferð klokkan 17:30. Ávegis undir brúsu ringir telefonin: bussurin koyrir klokkan fimm.

Sama ger. So lati eg setanarhald vera setanarhald. Eg havi verið á nítjan olympiadum, og eitt setanarhald er øðrum so líkt. Vónandi fara ungu menninir at njóta løtuna. Eg fari heldur at fáa mær ein góðan bita - um nakað man vera eftir av hasi skallutu buffetini...

John Rødgaard, Usbekistan

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

10 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eivør gevur nýtt staklag út

9 minuttir síðan
Tíðindi

Almannaverkið keyp­ir tveir buss­ar til koyri­stóls­brúkarar

21 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Anniku hevur fingið eina haltandi byrjan

40 minuttir síðan
Tíðindi

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

1 tími síðan
Fótbóltur

André Olsen hevur tikið út U19-landsliðshópin

1 tími síðan
Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin var millum toppskjúttarnar hjá CSM Bukarest

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava svar um aldursmark á sosialum miðlum

2 tímar síðan
Tíðindi

Merz vil gera inntriv móti methøgum brennievnisprísum

3 tímar síðan
Tíðindi

Umhvørvisstovan, quo vadis 1 (av minst 5)

4 tímar síðan
Tíðindi

Skifta graslíki á FIFA-vøllinum í Skopun

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur Copernicus-fylgisveinur sendur út í rúmdina

5 tímar síðan
Tíðindi

»Lokkarin í nýggjum klæðum«

6 tímar síðan